Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tey 10%ini

Takk fyri John William Joensen, at tú svaraði spurninginum og vísti á, hvaðani tú hevur 10%.

Sum eg dugi at lesa talvuna, so er talan um eina meting hjá Ramsbøll frá tí, at Norðoyatunnilin lat upp.

Metingin hjá Ramsbøll er, at 10% av ferðsluni úr Norðoyatunlinum fer Norður um Fjall, meðan 17% av ferðsluni úr tunlunum á Borðoynni fara í Norðoyatunnnilin.
So havi eg fingið greiðu á tí. Talan var altso ikki um 10%. Har má Norðlýsið hava blandað tølini.

Tað, sum eg og John William Joensen kunnu brúka hetta til er, fyrst og fremst, at ásanna at metingarnar hjá Ramsbøll eru konservativar, báðir tunlar hava sprongt hesi mettu tølini.

Sama konservativa meting kemur nokk eisini at gera seg galdandi í mun til Eysturoyartunnilin. Ramsbøll metir, at 3500 bilar koma at koyra gjøgnum tunnilin um døgnið, og Landsverk metir yvir 6000 bilar koma at koyra um døgnið.

So tað skal vera undarligt, um hesi tølini frá 2006 fyri Norðoyatunnilin og tunlarnir norður um fjall einsamøll koma at liggja til grund fyri, hvussu man skipar ferðsluna norður um fjall.

Í nov. 2015 gjørdi Irdi Jacobsen eina kanning í Hvannasunds kommunu. Hon vísti, at av teimum, sum ferðast gjøgnum tunlarnar til arbeiðis ella skúla, fara 28% víðari gjøgnum Norðoyatunnilin.

Tó er tað til at gleðast um, at Landsverk í hoyringsskrivinum(sum ikki nevndi nakað tal) ger vart við, at nýggj farleið ferat økja um ferðsluna og at broyta ferðslumynstrið. Og man kann spyrja, hví Landsverk heldur, at ferðslan ikki er økt samsvarandi við Norðoyatunnilin.

Meginparturin av ferðsluni frá verandi tunlum spjaðist ikki fyrr enn hon fer um rundkoyringina á Posthúshorninum - linjuføringin inn og út sunnanfyri Klaksvík hevði deilt ferðsluna beinanvegin.

Fólk norðanfyri fjall koma framvegis at ganga í skúla, arbeiða, ganga til frítíðarítriv og brúka sínar pengar í Klaksvík. Tað er onki at ivast í tí! Finst nakað alternativ til tað? Nei! Men vónandi kemur hetta at kunna gerast á tryggasta hátt og uttan tann ferðsluruðuleika, sum er serliga á eystara armi í dag. Vónandi vil man hjá Landsverk fylgja øllum sínum egnu tilmælum og leiða ferðsluna frá bleytu trafikantunum og út um bygt øki og heldur spjaða ferðsluna tíðliga.

Tað er ongin loyna, at Klaksvíkar kommuna ynskir ein veg undir Kjølin(sí hoyringsskriv frá KK til rættarnevndina í 2009, hóast fleiri av grundgevingunum ikki eru til longur). Hann verður ikki roknaður við í Klaksvík norður linjuføringina. Er tað hendan hugsanin, sum ger, at Norðlýsið velur at borðreiða við bráðtíðindum, sum 10% í yvirskriftini uttan prógvað fakta 27. mars?

Í hoyringsskrivinum hjá LV sæst, at Landsverk hevur royndir við óhepnum atkomuvegum, sum gera, at teir mugu gerast umaftur og dýrka loysnina. Men hava teir hugsað tað í mun til Klaksvík norður leiðina? Eg ivist.
Tað, sum er alt átroðkandi í hesum máli er, at allir norðingar fáa trygg og tíðarhóskandi samferðsluviðurskiftir, sum seta trygdina hjá øllum norðoyingum í hásæti.

Gleðiligar páskir

Hallgerð Akurstein