Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Teldlar og onnur kt-tøkni í skúlanum

2015-01-26 14:53

Óansæð hvussu nýggir renniskógvarnir eru, er tað ikki gott at renna hvønn dag – men motión er gott! Á sama hátt er við teldlum og aðrari kt-tøkni: Alt skal nýtast við skili!

Tað er óført, at nakrar kommunur hava fíggjarligan møguleika at keypa tøkni, til næmingarnar at nýta í skúlatíð. Tí tá eigur at verða sjálvsagt, at amboðini verða nýtt við skili. Um foreldur lata børnini nýta teldlar, snildtelefonir og teldur, heima, verður nýtslan sjálvsagt meira, men tað kann ikki steðga skúlanýtsluni.

Í skúlanum mugu vit læra næmingarnar, at nýta øll amboð við skili, um tað er seymimaskina, høvil, passari ella kt. Vit kunnu ikki loyva okkum at útiloka ávís amboð, ið næmingarnir heilt víst fara at nýta seinni, bert tí at ovurnýtsla er skaðilig. Vit skulu nettupp læra næmingarnar at nýta røtt amboð, har tey eru nátúrlig – og tað er ikki nátúrligt at gera alt arbeiði á teldli.

Men! Teldlar eru eisini ymiskir. Er talan um at nýta teldil til tekst, er møguleiki at velja teldil, ið ikki hevur “bakljós”. Harafturat ber til at dempa ljósið á øðrum teldlum.

Fyri at gagnnýta kt sum best, mugu vit standa opin fyri avbjóðingunum. Vit mugu í størst møguliga fíggjarligan mun, taka kt inn. Men vit mugu sjálvsagt gera okkum greitt, hví vit taka kt fram og í hvønn mun vit ynskja at nýta kt.

Eg eri fullvísur í, at eingin næmingur í føroyska skúlanum arbeiðir á teldli allan skúladagin alt skúlaárið. Tað kann væl vera at onkur dagur tykist ov merktur av teldlanýtslu, men tá er tað, at vit eiga at eftirmeta arbeiðsgongdina og við opnum sinni at samskifta um, hvørt arbeiðast skal við teldli ella um annað amboð hevði verið meira nátúrligt.

Lærarin fer altíð at standa fyri undirvísingini. Tí er tað alneyðugt, at lærarin kennir seg tryggan í undirvísingini. Hetta hevur við sær, at skulu skúlar taka teldlar inn í undirvísingina, mugu kt-vørðir standa tøkir at vegleiða lærara – og leiðslu – á fullgóðan hátt.

Vit skulu ikki ræðast framgongdina innan kt, men vit skulu á skynsaman hátt skipa best møguliga undirvísing í føroyska skúlanum og tí mugu vit gera okkum greitt, í hvønn mun og á hvønn hátt vit taka ymsu amboðini fram.

Samstundis er neyðugt at Mentamálaráðið – saman við Føroya Lærarafelag og KT-varðafelagnum – seta út í kortið útbúgving og eftirútbúgving, at kt-vørðir eru dagførdir!

Bert á hendan hátt kunnu kt-vørðir ganga undan, vísa á og slóða fyri hóskandi kt-nýtslu.

Við bestu ynskjum um mennandi kt í fólkaskúlanum.

f. nevndina í KT-varðafelagnum

Jákup av Skarði, formaður