Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Teldlar í skúlunum - ein óumhugsað og ógrundað íløga

2015-01-27 23:27




Alt fleiri skúlar hava seinastu tíðina keypt næmingunum teldlar. Í hesum sambandi havi eg hugt eftir, hvat endamálið er við hesi milliónaútreiðslu, tí tað er givið, at lítið kjak hevur verið um, hvørt tað er tað rætta at gera ella ikki. Danska PISA-kanningin frá 2012 vísir (og so kann mann halda um PISA, sum mann vil), at næmingar, sum hava teldlar sum undirvísingartól, klára seg verri enn teir næmingar, sum ikki hava, og aðrar kanningar benda á, at teldilin í besta føri ikki ger støðuna hjá vælvirkandi næminginum verri.

Multitasking
Tá mann velur at geva næmingum í fyrsta flokki teldlar, haldi eg tað vera áhugavert at hyggja at heilamenningini. Granskarar ávara nevniliga um, at børn undir tvey ár als ikki skulu síggja skerm – yvirhøvur. Orsøkin er tann, at fyrstu árini veksur heilin nógv, og barnið skal læra eina rúgvu. Situr barnið við skermi, fer tíðin undan, og tað lærir ikki onnur týdningarmikil ting. Eitt annað, sum hendir, er, at heilin venur seg við tey skjótu skiftini, sum eru á skerminum. Heilin lærir, at ein seyður glitrar, syngur og dansar. Tá barnið sostatt fer niðan í hagan og hyggur at einum veruligum seyði, keðir tað seg, tí heilin hevur lært, at tað skal meiri til. Kanningar vísa, at børn, sum hyggja í skerm, áðrenn tey eru tvey ár, økja sannlíkindini fyri at fáa trupulleikar við uppmerkseminum, tá tey seinni fara í skúla. Harumframt framgongur, at týðiligt samband er millum skermnýtslu og evnini at hugsavna seg, tað vil siga, jú meiri skerm, børnini síggja, truplari verður tað at hugsavna seg um eitt nú at lesa og rokna. Orsøkin er, at tey venja heilan við, at alt skal ganga skjótt fyri seg. Men læring er ein sein process, og tá heilin veruliga skal læra nakað nýtt og seinni duga at brúka tað, krevur tað hugsavning. Jú meiri skerm børnini sostatt síggja, meiri stimbran krevur heilin fyri ikki at keða seg. Ein teldil gevur næminginum góðar møguleikar at spæla ymisk spøl og soleiðis venja heilan við skjót skifti, sum aftur ber við sær trupulleikar at hugsavna seg og læra.

Teldil sum motivatión
Á heimasíðunum hjá skúlunum stendur millum lítið og einki um endamálið við at geva næmingunum hvør sín teldil, men eg fann tó ein skúla, sum hevur gjørt sær nakrar tankar um, hví tey skulu gera hesa umfatandi íløgu, og fari eg her at hyggja nærri at hesum punktum. Á heimasíðuni hjá skúlanum stendur millum annað:

Vit liva í eini broytingartið, har ið tað gongur sera skjótt við menningini á KT-økinum, og børnini eru skjót at tilpassa seg til teir nýggju møguleikarnar, sum eru ein partur av teirra gerandisdegi, og skúlin fer at fáa tað truplari við at fanga næmingarnar, um skúlin ikki fylgir við á KT-økinum.

Sambært hesi útsøgn snýr tað seg sostatt um, at ein orsøk til at geva næmingunum teldil, er, at skúlin ynskir at “fanga” næmingarnar. Orðið “fanga” leiðir tankarnar aftur á motivatión – tað vil siga, at teldilin onkursvegna skal motivera næmingar at læra.

Eitt hitt mest nýtta ástøðið um motivatión er Self-determination theory (Deci & Ryan, 2000), sum lýsir motivatión sum annaðhvørt uttara ella innara motivatión. Tá ein persónur er innara motiveraður, ger hann eitt hvørt av egnum hugi, tí tað gevur honum okkurt at gera tað. Tá mann er innara motiveraður, lærir mann mest og er í flow. Tá ein persónur er uttara motiveraður, kemur motivatiónin ikki innanífrá, men er stýrd av onkrum útifrá. Tann uttara motivatiónin verður aftur býtt í fýra, har mann er meiri ella minni stýrdur av tí, sum kemur útifrá.

Nýta vit ástøðið í samband við eina undirvísingarstøðu, er besta undirvísingarstøðan tann, har næmingurin er innara motiveraður fyri at læra. Tað vil siga, hann fer undir arbeiðið, tí hann kennir, at tað gevur honum nakað. Men eingin er innara motiveraður alla tíð, og tí kann minni eisini gera tað. Trupulleikin, tá tosað verður um motivatión, er tó, at kanningar vísa, at um mann er innara motiveraður fyri at gera eitt hvørt og síðani fær eina gularót fyri at gera tað, sum mann annars er motiveraður til at gera fyri einki, so gongur tað út yvir motivatiónina og elvir til, at motivatiónin fellur. Venda vit aftur til teldlarnar sum motivatión fyri at læra, kunnu teldlarnir sambært hesum elva til, at næmingar, sum eru innara motiveraðir fyri at læra, verða minni motiveraðir, tí teir fáa eina gularót (teldilin) afturfyri.

Men hvat so við teimum næmingum, sum eru ómotiveraðir? Kann teldilin nýtast sum gularót til teirra? Odder kommuna hevur gingið undan í Danmark, tá tað snýr seg um teldlar til næmingar. Í fjør varð eitt úrslit av, hvussu tað hevur gingist við at nýta teldlar í studentaskúlunum, almannakunngjørt. Tað vísti, at teldilin einans virkar motiverandi í byrjanini. So skjótt nýggjheitsvirðið er farið, og fokus á umheimin minkar, minkar motivatiónin eisini. Við øðrum orðum megnar teldilin hvørki at motivera teir næmingar, sum eru illa fyri ella teir, sum er væl fyri. Teldilin megnar sostatt ikki at liva upp til endamálið at “fanga” næmingarnar.

Tá vit hava beint burtur endamálið at nýta teldil í undirvísindini, tí hann skal motivera næmingarnar, verður farið eitt stig víðari at hyggja at næsta punktinum.

Teldilin skal lyfta støðið
Skúlin sigur á heimasíðu sínari, at teldilin fer at lyfta støðið í undirvísingini – serliga hjá teimum børnum, sum hava tungt við at læra.
Ein teldil kann í sjálvum sær ongantíð lyfta nakað støði – tað eru ikki talgildu amboðini, sum lyfta, men talgildu amboðini geva rúm fyri øðrvísi undirvísing. Mann fær ta fatan, at teldlunýtslan snýr seg um at finna røttu appirnar og soleiðis gera undirvísingina góða og motiverandi. Men stór kanning frá 2012 vísir, at tær flestu appirnar eru mentar á slíkan hátt, at tær venja ein førleika eitt nú tabel og eru tøkniligt glitur. Tær eru fínar, um tú skalt duga okkurt uttanat her og nú, men skal vitanin goymast, so tú kanst brúka hana eitt nú kritiskt, so røkka appirnar ikki endamálinum.

Sum er, verður teldilin í mongum førum nýttur sum lesibók – tað vil siga, at næmingurin sleppur undan eini tungari tasku og í staðin hevur bøkurnar á teldlinum.

Granskingarúrslit vísa, at næmingar, sum lesa tekst á skermi, ikki skilja tekstin eins væl, sum tá hann verður lisin á pappíri. Tá tú lesur á skermi, er neyðugt at skrolla. Hetta, at gera tvey ting samtíðis, ger, at heilin multitaskar. Multitasking elvir aftur til, at heilin fatanarliga verður ovbyrjaður. Ljósið á teldlinum elvir til møði, eins og fatanin av, hvussu langur teksturin er, og hvar ávis ting hava staðið í tekstinum, mangla. Umframt hetta ávirkar manglandi kenslan av sjálvari bókini ella pappírinum eisini fatanina. Eitt annað, sum ger seg galdandi, er, at børn, sum lesa á skermi, oftari kenna strongd og møði, tí skermurin krevur meiri av teimum fatanarliga (Mangen, Walgermo & Brønnick, 2013).

Gransking vísir, at tá tað snýr seg um truplan tekst, tað vil siga tekst, ið krevur, at næmingurin hugsar seg um, skilur hann nógv betri tað, sum verður lisið á pappíri. Er teksturin stuttur og lættur, megna næmingar at svara rætt upp á spurningar viðvíkjandi innihaldi, men teir næmingar, sum hava lisið á pappíri, skilja tekstin nógv betri enn næmingar, sum hava lisið á skermi. (Mangen, Walgermo & Brønnick, 2013). Tað, sum næmingar lesa á pappíri, festir seg sostatt betri, eins og næmingar duga betri at nýta vitanina. Mann kann siga, at vitanin, ið verður ognað á skermi, er ein vitan, sum ikki kann brúkast til annað enn her og nú at svara rætt ella skeivt upp á eitt spurnaskema, og gevur ikki eitt djúpri innlit í tað lærda. Easy come easy go.

Teldilin elvir ikki til, at næmingurin lærir at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt. Tað, sum veruliga flytur næmingin, er relatiónin millum hann, læraran og hinar næmingarnar og sostatt ikki tøknin.

Teldilin sum arbeiðsamboð
Ein annar stórur trupulleiki er, at teldilin gevur næminginum nógvar aðrar møguleikar. Við teldlinum er tað nevniliga sera lætt bara líka at spæla MineCraft ella fara inn á facebook, serliga í støðum, tá teksturin er trupul. Hesir møguleikar ganga aftur út yvir fatanina, og tað, sum tú lesur, tí tú ikki ert hugsavnaður í tí, tú gert. Tey flestu vaksnu vita, hvussu skjótt tað er líka at kanna teldupost, meðan mann ger okkurt annað, og tað sama gera børnini.

Eftirmetingin av tiltakinum í Odder kommunu vísti, at teldilin er lættur at flyta, og at hetta elvir til, at næmingar kunnu taka hann við sær alla staðni á skúlanum. Hann er skjótur at tendra, og battaríið heldur ein skúladag. Hinvegin verður fýlst at, at teldlinum manglar eitt veruligt knappaborð, og at tað er trupult at arbeiða við tí, sum er. Tað, sum serliga gjørdi teldlin óegnaðan, var, at næmingar ofta vórðu ørkymlaðir og illa órógvaðir av øllum teimum møguleikum teldilin gevur at gera onnur ting.

Viðmæli
Skulu vit so hava skúla uttan tøkni? Sjálvandi skulu vit ikki tað – tøknin er frálík, tá hon verður nýtt við skili. Men at halda, at tað at geva næmingunum hvør sín teldil og síðani hava undirvísing sum vant bara við hesum miðli, flytur als einki. Granskarar eru samdir um, at sum er, eru appirnar til teldilin ikki við til at gera næmingar til sjálvstøðugt hugsandi menniskju. At brúka teldilin sum lesiamboð er heldur ikki hóskandi, um tey skulu kunna gagnnýta tað, tey lesa. Tøknin kann tvørturímóti nýtast, eitt nú til at lata næmingar gera upptøkur og framleiða tilfar, tí hann er lættur at taka við sær, eins og onkrar skipanir eru mentar til næmingar, sum hava trupult við at lesa, men til tað er ikki neyðugt, at allir næmingar fáa ein teldil at umsita sjálvir, tí í teirri løtu tú gevur næminginum ein teldil, hevur hann sum sagt møguleika fyri størri skermnýtslu, sum aftur gongur út yvir hugsavning og læring.

Skúlar, sum umhugsa at lata næmingarnar hava teldil, eiga at lata hann liggja í skúlanum, soleiðis at hann bert verður nýttur í sambandi við serliga undirvísing og ikki í fríløtum. Næmingarnir nýta skerm ein stóran part av degnum sum er, og tað gongur aftur út yvir innlæringina.

Lærarar, sum starvast á skúlum, har tráðleyst net er, vita, at næmingar, sum hava netsamband, sita at kalla alt fríkorterið og hyggja niður í skermin. Hetta elvir til manglandi veruliga nærveru við floksfelagar og gongur út yvir teirra sosiala førleika – har samskift verður andlit til andlits – kann nevna, at empatisku evnini hjá børnum seinastu árini er minkað við 75%, har tann størsta minkingin er farin fram seinastu 10 árini. Tí er tað umráðandi, at næmingar – serliga teir yngru – ikki sita við teldlinum í fríkorterunum, men heldur nýta tíð og orku upp á veruligt samband.

Latið vera við at nýta teldilin sum gularót við eitt nú at lova næmingunum at nýta hann, tá annað arbeiðið er liðugt. Hetta kann elva til, at næmingarnir skunda sær at gera uppgávuna, og so er einki vunnið.

Eitt er, at teldlarnir kosta nógvar pengar, pengar, sum skúlin kundi nýtt til onnur ting: upplivingar og undirvísingartilfar til dømis. Men tann stóra prísin rinda næmingarnir, sum fáa lættari atgongd til skerm – bæði heima og í skúla.

Gitte Klein, lærari