TEEN-STREET 2020 - spennandi verkætlan!

2020-05-06 13:47

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 25.04.20

Tú kanst hoyra innslagið í Krist. Tíðindasendingini á R7.fo

Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

_____________________________________________________________________________________________________

TEEN-STREET 2020 - spennandi verkætlan

TEEN-STREET-LEGAN fyri tannáringar, sum á hvørjum ári verður hildin í Týsklandi, verður ikki í ár orsaka Coronaumstøðurnar. Í ár skuldi legan verða í Norðurtýska býnum Oldenburg í døgunum 1 – 8 august.

Í mong ár hava fleiri 100 tannáringar og hjálparfólk farið úr Føroyum fyri at vera við til hesar legur, men í ár verður tað ikki so, men í einum tíðindaskrivi frá Føroysku Teen-Street leiðsluni, sum er skrivað 17. apríl, verður sagt, at Teen-Street 2020 verður , men á ein annan hátt, og, sum tað verður orðað í tíðindaskrivinum, at: “ Teen-Street-2020 verður so spennandi, sum ongantíð fyrr!”

Ætlanin er at seta í verk eitt Teen-Street-2020-tiltak á netinum longu í ár, og hetta verður eitt altjóða Teen-Street tiltak í orðsins sonnu merking, tí allur Teen-Street hópurin úr øllum heiminum møtist á sama stað, nevniliga á netinum.

Tað verður upplýst í tíðindaskrivinum, at verkætlanin er enn í stoypiskeiðini, og at enn verður arbeitt við smálutunum, men at tað verður kunnað so hvørt á Facebook, Instagram og Heimasíðuni hjá OM-Føroyar.