Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tapir Trump í dag verður hann vandamikil í morgin

Tað var áhugavert at vera til eitt "Trump Rally", tá eg var í Washington við Fólkatinginum í fjør heyst.

Tað var eitt sindur ógreitt hvat tað var fyri visión fyri USA, hesi fólkini vóru saman um - og eg kundi illa kóka tað saman til annað enn eitt orð: Nationalisma.

Øll høvdu Stars And Stripes í ymiskum variatiónum, næstan øll vóru hvít, øll dyrkaðu Trump sum eitt slag av "he-man", og øll róptu konstant "U-S-A" sum um tað var eitt fótbóltslið, tey heppaðu á.

Samanhaldið var sterkt - men politiska innihaldið, sum var borið fram í talunum, var sera ógreitt. Motorurin var vreiði - men hon hevði onga konstruktiva kós.

Populisma merkir, at tú bjóðar fram sera einfaldar loysnir uppá sera truplar avbjóðingar. Í USA eru tvey sløg av populismu:

Í vinstravendu populismuni verður "fólkið" sett upp móti "elituni" - elitan skilt sum "tey ríku". Um bara "tey ríku" missa síni framíhjárættindi, verður alt betri.

Í høgravendu populismuni verður "fólkið" eisini sett upp móti "elituni" - elitan skilt sum pressan, serfrøðingar, politikarar, demokratiskir stovnar osv. Um hesi bara missa sítt monopol uppá at definera hvat er rætt og skeivt, verður alt betri. Og so er í hesi populismuni eitt annað eyðkenni: Til tess at samansjóða fólk betur, verða nakrir bólkar av fólkið útnevndir til syndabukkar grundað á etnicitet.

Tann høgravenda populisman hevur farnu tvey árini flutt mørkini fyri málburði og atburði sera nógv. Sjálvt forsetaembætið hevur púra fyrilitarleyst verið brúkt til lygn, manipulatión, happing og konstant álop á ta fríu pressu, sum hevur verið hildin at vera avgerandi fyri fólkaræðið í USA.

Í dag verður forsetin skerdur munandi reint politiskt, um demokratarnir sum væntað vinna meirlutan í Umboðsmannatinginum.

Men tað eru ikki bara tær reint politisku avgerðirnar, sum eru uppgávan hjá einum forseta. Minst líka týdningarmikið er, at hann við sínum atburði og málburði kann spjaða ella savna; inspirera til tað konstruktiva ella tað destruktiva. Hansara orð hava stóra ávirkan.

Tíverri er sannlíkt, at Trump fer at spjaða enn meira, um hann missir tann avgerandi stuðulin í Umboðsmannatinginum í dag.

Inntil í dag hevur hann havt nakað at missa. Men tapir hann í dag, hevur hann einki at missa. Og so er hugsandi, at hann verður vandamikil í morgin.