Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tann ótýdligi veruleikin? - at Eysturkommuna hevur 3. dýrastu umsiting í landinum

2015-01-23 05:16

Tað var eitt politiskt bragd, at eldraøkið um ársskiftið loksins var latið kommununum. At tað hepnaðist, eiga vit at takka landsstýriskvinnnuni í almannamálum og Kommunufelagnum fyri.

Kortini, so gingu bara nakrir dagar, so var borgarstjórin í Eysturkommunu úti við rívuni og ákærdi landsstýrið fyri at miðsavna alla stýring og ikki lata kommunurnar umsita eldraøkið, sum tær halda best. At landsstýrið tilvitað leggur kalda hond á eldraøkið....?

Men er hetta veruleikin? Kann motivið hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu vera annað enn pátikin umsorgan fyri tey gomlu?

Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni kunnu vit lesa samanberingar av inntøkum og útreiðslum hjá føroyskum kommunum. Hetta ber til, tí telduskipanir kunnu tosa saman, og tað er við undran at staðfesta, hvussu ymiskt kommunurnar verða riknar.

Við hesum hagtølum gerst spurningurin aktuellur, um ónøgdi borgarstjórin kanska hevur annað motiv í síni herferð móti fíggjarmálaráðnum enn umsorganin fyri teimum gomlu - at hann ikki vil, at samanberingarnar gerast enn meira avdúkandi, nú eldraøkið er farið til kommunurnar?

Hagtalssamanberingarnar vísa, at ein familja við 3 børnum í Eysturkommunu rindar yvir 10.000 kr meir um árið fyri umsiting av síni kommunu í mun til somu familju í t.d. Vága kommunu.

Taka vit umsiting, so kostar bíligasta kommuna 2.082 kr fyri hvønn íbúgva, meðan umsitingin hjá Eysturkommunu kostar heilar 4.190 kr.

Kanska ikki so løgið, at borgarstjórin í Eystukommunu er prippin, nú telduskipanir innan eldraøkið eisini skulu kunnu gera beinleiðis samanberingar.

Í útreiðslum til fólkaskúlan er Eysturkommuna tann 6. dýrasta í landinum. Skúlin har kostar har 21.314 kr fyri hvønn næming, meðan í grannakommununi Fuglafjørður, kostar skúlin 14.668 kr fyri næmingin. Til samanberingar kostar hvør næmingur í Tórshavn er 10.985 kr.

Sama skilið er við barnaansingini, har hvørt hvørt barnið í Eysturkommunu kostar 67.618 kr. Hóast hesin kostnaðurin er hægri í øðrum kommunum, so kostar barnaansingin í Eysturkommunu 20.000 kr meira árliga pr. barn enn í bíligastu kommunu.

Hetta kostnaðarstøði er so valið hjá Eysturkommunu, at borgararnir har í meðal rinda munandi meira til kommunalu tænasturnar enn í mongum øðrum kommunum.

Tað er skilagott fyri gjøgnumskygnið hjá borgarunum, at almennu telduskipanirnar kunnu samskifta.

Tað munnu allar aðrar kommunur halda, sum ikki hava víst ónøgd við nýggju ábyrgdina av eldraøkinum.

Tí vildi tað verið burturvið at latið borgarstjóran í Eysturkommunu fingið sín vilja - at ongar beinleiðis samanberingar skulu vera sjónligar millum samstarvsøkini av útreiðslunum á eldraøkinum.

Hesar upplýsingar hava skattgjaldararnir krav uppá.


Bjarni Djurholm