Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Tankar Altjóða Brekdagin

Hoyrdi samrøðu við Tóru við Keldu í útvarpinum í gjár og vinir á facebook hava lutað, at vit 3. desember halda altjóða brekdag, sum varð innsettur í 1992 við ST resulutión 47/3. MBF hevur eitt tiltak í Løkshøll í dag, og hóast innidag, so eri eg við teimum í tonkunum - hoyrdi eisini røddina hjá gestinum, Jacob Nossel, í útvarpssendingini í gjár. í ár er altjóða tema: Broyting, ið førir til eitt meiri burðardygt og mótstøðuført samfelag fyri øll.

Ein tekstur, sum ein facebookvinur sendi í umferð, tá vit fóru um midnáttina, var hesin um nøkur, sum ikki hoyra, sum ikki síggja og ikki kunnu ganga. Hann vaks í mær og eg fann aftur til svenska tekstin, hann er týddur frá: “Jag vill vara öga, öra och fot, för den, som behöver min hjälp”, sum vit systkinabørnini lurtaðu eftir hjá ommu og abba í Trongisvági, tá vit vóru børn. Hugsaði víðari um barnasangin: “Eygu blind læt Jesus upp, stumm at tala fekk, hoyrnina hann deyvum gav, og hin lamni gekk. Kryplar, sjúk, spidølsk til Hann bóru sína neyð...”. Væl vita vit, at tey, sum bera brek og familjur og vinir teirra hava gleði og kenna gripir, sum fleiri okkara kanska ikki hava stundir at gáa um. Men, hvat vildu vit ikki kunnað linnað og grøtt hjá teimum, sum hava tungt at bera vegna brek... Og tað kunnu vit eisini - í ein ávísan mun. Læknavísindini, sálarvísindini, sosialvísindini, málvísindini og mong onnur vísindi hava stóran amboðskassa, sum vit sum samfelag kunnu nýta burtur úr og planleggja og raðfesta eftir. Og næstrakærleikin er líka stórt boð í dag sum nakrantíð.
Teksturin, sum eg í dag vil seta í samfelagsligan samanhang hendan sunnudag í atventini - komu Harrans, er frá 1.Korintbrævi, versini 14 til 26:
“Likamið er jú heldur ikki ein limur, men nógvir. Um fóturin vildi sagt: "Táið eg ikki eri hond, hoyri eg ikki til likamið!" so hoyrir hann líka væl til likamið fyri tað. Og um oyrað vildi sagt: "Táið eg ikki eri eyga, hoyri eg ikki til likamið!" so hoyrir tað líka væl til likamið fyri tað. Var alt likamið eyga, hvat varð tá av hoyrnini! Og var tað alt hoyrn, hvat varð tá av luktinum! Men nú hevur Gud sett limirnar á likamið, hvønn fyri seg, soleiðis sum Hann vildi. - Vóru teir nú allir ein limur, hvat varð tá av likaminum! Men nú eru nógvir limir, og bert eitt likam. Eygað kann ikki siga við hondina: "Mær tørvar teg ikki!" Og líka lítið kann høvdið siga við føturnar: "Mær tørvar tykkum ikki!" Tvørtur ímóti - júst teir limir á likaminum, sum tykjast at vera hinir veikastu, eru neyðugir. Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiður, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari. Hinir harímót - teir, ið vit ikki blúgvast við - teimum nýtist ikki hetta. Men Gud hevur sett likamið so saman, at Hann gav tí, sum minni hevur at týða, størri heiður - fyri at ikki skal vera ósemja í likaminum, men limirnir skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum. Líður nú ein limur, líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, gleðast allir limirnir við.”
Teksturin ber seg sjálvan og mong hugasambond koma, alt eftir, hvør lesur. Harafturat er vert at bíta merki í, at beint eftir kemur stóri kærleikskapittulin, 1.Kor. 13, við orðingum sum:
“ Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.”
“ men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.“
Samfelagið er eitt og ein heild eins og likamið er tað. Vit ymisku limir, sum hava ymiska funktión og ymiskan týdning, vit hava tað ikki gott - heilt grundleggjandi - sum limir í samfelagnum, um vit ikki gera okkara, sum limir og sum heild, fyri at øll fáa part og kunnu gleðast og njóta saman við okkum. Inkluderandi hugsanin og strembanin eftir lívsgóðsku fyri øll, er ein lívsháttur og arbeiðsháttur - sum vit antin hava, í størri ella minni mun, ella sum vit ikki hava. Viðurkenningin av, at mátið fyri vísdómi, ríkidømi, gleði, gávum v.m. er ikki okkara og at vit ofta fáa mest, har vit vænta okkum minst - og ofta øvut!
Øll kunnu ikki gera alt, men øll kunnu gera sítt, veri tað seg í prívatum, felagsligum, kommunalum, almennum ella øðrum høpi. Vinningurin og gleðin eru stór, tá úrslit síggjast av arbeiði, avgerðum og hjálp.
Framhaldandi góðan 1.sunnudag í atvent, góðan 3.desember og góðan Altjóða Brekdag!