Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Takk til yvirfriðingarnevnd, bónda og KOKS

2019-08-26 12:43
Vinnupolitikkur - 

Nú tykist tað sum støðan viðvíkjandi avgerðini um at steingja KOKS 1. september fyribils er loyst. Tað er ein fragd, at yvirfriðingarnevndin hevur avgjørt at viðgera støðuna av nýggjum, eftir at hava fingið eina umsókn frá KOKS og viðmæli frá bóndanum.

Tað er altíð gleðiligt, tá man lyftir í felag, og tá finnur man ofta bestu loysnina fyri allar partar. Tillukku til KOKS og til Føroyar. Tað er eitt bragd, at vit hava klára at menna føroyska matmentan so nógv sum vit hava. Annars hava vit meira traditión fyri at kóka matin “nokk”. Haldi tað var gamli landslæknin, sum segði, at “um man bara kókaði hann nokk, so kundi man eta sjálvan fanan.”

Nú eru vit farin at gagnnýta alt, sum er etandi í náttúruni og maturin verður borðreiddur sum vit ongantíð høvdu hildið var møguligt. Hetta, at gagnnýta alt í náttúruni, er eisini væl meira burðardygt, enn at mestsum alt verður innflutt. Samstundis er tað tiltalandi fyri gourmet-kokkar og matelskarar úr øllum heiminum, sum leggja nógv fyri at koma til Føroya at eta. Hetta hevur so eisini givið “okkum” og KOKS, tvær Michelin-stjørnur.

Halt áfram við góða arbeiðinum, KOKS.

Ingi Mittún
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin