Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Takk fyri álit og stuðul!

2020-11-12 21:27

Eg takki inniliga fyri stóru undirtøkuna‚ ið fólkaflokkurin fekk á kommunuvalinum týsdagin 10. nov. 2020. Eina fløgandi heilsu sendi eg tykkum‚ sum vístu mær tykkara persónliga stuðul.

Mangur leikur er í longum talvi. Vit‚ innvaldu‚ høvdu eina heilt serliga ábyrgd fyri flokkin‚ nevniliga at fáa flokkin aftur til valdið eftir 8 ár í kuldanum. Hetta lukkaðist‚ og persóliga eri eg væl nøgdur við telvingina í einum sjáldsama løgnum talvi. 

Meirlutin (A‚ B og E) vísti á fyrsta fundi ein framúr energiskan og framfýsnan samstarvsvilja. 

Tað‚ ið hesin meiriluti ynskir at hava sum sítt eftirmæli er‚ at orðið liðugtgerð skal hava ein nýggjan týdning í Klaksvíkar kommunu.

Við ynski um fýra vónrík‚ mennandi og virkisfús samstarvsár við bæði meir- og minnilutan í býráðnum øllum borgarum at frama.

Eyðstein Ó. Poulsen
Komandi formaður í trivnaðarnevndini børn og ung