Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Takið nú fornminnini í Kirkjubø í álvara

2019-07-03 17:34


Landsmyndugleikarnir hava beint nú ein søguligan møguleika – við størstu vælvild frá Tórshavnar kommunu – at taka atlit til okkara fornminni í Kirkjubø.

 

Kjak hevur tikið seg upp í sambandi við, hvat alt grótið úr Sandoyartunnlinum skal brúkast til. Tað er ongin ivi um, at spyrt tú ferðafólkið, so er Kirkjubøur okkara størsta attraksjón.

 

Kirkjubø er ein søgurík og mentanarlig perla, sum aftur og aftur er aktuel, serliga nú almennu myndugleikarnir enn einaferð sýna sítt atgerðarloysi í sambandi við bakkaverjuna og onnur fornminni í Kirkjubø.

 

Eg havi fleiri ferðir víst á, at grótið er eitt stórt tilfangi, tað kann nýtast til planering til bústaðarøki, vegagerð, ítróttarøki, ídnaðarøki og eitt nú bakkaverju. At tyrva grótið, sum talan hevur verið um, er tó ringast hugsandi loysnin sum er. 

 

Lat ongan iva vera um, at bæði bakkaverjan og uppgávan at tryggja fornminnini í Kirkjubø er ein landsuppgáva. Tí er heldur ongin ivi um, at sjálvsagt eigur grótið ella partur av tí at verða brúkt til at tryggja fornminnini.

 

Tað er uppgávan hjá landsmyndugleikunum at finna útav, hvussu hetta skal gerast. Men tað skal avgjørt ikki skorta uppá vælvild frá Tórshavnar kommunu. Vit síggja eisini hetta sum eina skyldu at vera við til at verja hetta søguliga stað, alt annað er púra burturvið. Tí vilja vit avgjørt vera við til at lyfta hesa uppgávuna.  Vilja friðingarmyndugleikarnir ikki ganga hesum á møti, eigur landsstýriskvinnan at taka teir av ræði, tí vit kunnu ikki vera vitni til at kirkjan í Kirkjubø  og onnur fornminni fara í havi orsakað av politiskum atgerðarloysni

Eg taki fult undir við Bjarna Djurholm, sum í grein herfyri sigur, at frá almennari síðu sýnist lítil áhugi at vera fyri okkara søguliga samleika. Sjón er fyri søgn, at alsamt fleiri virði, sum áttu at havt sjálvsagda eksponering, bert eiga lítlan lut í raðfestingunum hjá landsmyndugleikunum.

Fleiri verkætlanir eru gjørdar um varðveitslu av fornminnum og søguligum støðum í Kirkjubø, men hesar liggja allar í almennum skuffum. Tí taki eg fult og heilt undir við, at beint nú hava almennu myndugleikarnir ein søguligan møguleika at vísa í verki, at atlit verða tikin til okkara søguliga mentanararv.

Annika Olsen, borgarstjóri