Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Takið eitt tak fyri Sandoynna

Kl. 09 var tíðindasending, sum vanligt er.

“Teistin” hevur tekniskt brek varð sagt, maðurin frá Strandferðsluni hevði beinleiðis einki at siga fólkið í Sandoynni, nær sigling verður aftur.

Men segði meira hábarsliga, at Teistin hevdi silgt kl 07, men tað er also kl 0645, og legði afturat, at 60 fólk sloppu yvirum, so tað var í lagið.

Men tað er ikki so! Kl. 0810, tá fer tað mesta um fjørðin.

Sjálvandi skuldi eitt skip verðið sett í sigling, ella ein av teimum stóru glastrevja bátunum, beinanvegin! Ella farið í gongd við, at fáa eitt skip at sigla, saman við Teistanum, tí tað var gjørt bæði um Leirvíksfjørð og um Vestmannasund, ístaðin fyri at meyla um eina gjaldsskipan, sum fer at jarðleggja vinnulívið í Sandoynni.

Hvat í allari víðu verð siga fólk á Føroya Løgtingi um henda startin, dagin fyri Mikkjalsmessu.

Hetta er ein neyðarróp úr Sandoyar Sýslu. Eg skal minna tykkim í løgtinginum á, at enn er Teistin okkara “asfalt”, so komið við einum skipi afturat beinanvegin, so tað verður Teistin pluss eitt annað skip.

Tí allur áhugi fyri Sandoynna, verður dripin á henda hátt.

So mínir góðu vinir Páll á Reynatúgvu og Jónleif Johannesen, farið til arbeiðis og takið eitt tak fyri Sandoynna

Vinarliga
Gerhard Lognberg
borgarstjóri í Skopun