Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Tað góða hugskotið

Stuðla vit í nóg stóran mun teimum góðu hugskotunum, sum kunnu skapa verulig útlit fyri vinnulívi og mentan í høvuðsstaðnum?

 

Vit eiga eitt íverksetarahús í Klaksvík, ein granskingardepil í Havn og Vinnuframa. Hetta eru týdningarmiklir stovnar, ið geva samfelagnum nógv aftur. Men vinnulívið og mentanin í Havn fingu tvífalt gagn av hesum virksemi, um Tórshavnar Kommuna stuðlaði tí betur.

 

Vit kunnu læra av íslendingum

Reykjavík hevur Nýskøpunarmiðstøðvar Íslands. Her kunnu íbirtarar og smærri fyritøkur leita sær ráðgeving og fáa fíggjarligan og annan stuðul til at koma í gongd ella at troyta møguleikar uttan fyri landaoddarnar. Fyri at fáa mest burturúr førleikum og hentleikum  hava íslendingar valt at samskipa alt virksemið og leggja tað í ein stovn, ið hevur høvuðssæti í høvuðsstaðnum. Íslendingar hava eina sterka íverksetaramentan og hava sæð týdningin av at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Nýskøpunarmiðstøðvar Íslands vekjur í hesum døgum ans í øðrum londum, tí stovnurin hevur verið dyggur gróðrarbotnur fyri nýggjum vinnum og arbeiðsplássum í Reykjavík og kring alt landið.

 

Nýskapanar- og granskingarmiðdepil í Havn

Vinnuframi og Íverksetanarhúsið hava fólk og førleikar, sum hava eitt ómissiligt virði fyri vøkstur og vælferð í hesum landi. Eg kann nevna Guðrun & Guðrun og Green IQ – hugskot, ið hava hepnast við stuðli og ráðgeving frá teimum. Vit eiga eisini aðrar týðandi stovnar og grunnar, sum veita framtakshugaðum stuðul. Í hesum tíðum, har almennir stovnar annahvørt verða avtiknir ella lagdir saman, áttu vit at sæð teir fjølbroyttu møguleikar, ið liggja í einum samstarvi millum tílíkar stovnar. Men hetta krevur íkast frá øllum pørtum.

 

Havnin skal hava ein Nýskapanar- og granskingarmiðdepil, sum kann kveikja framm nýggj hugskot og veita íbirtarum og smærri fyritøkum hølir, hentleikar og stuðul. Ein nýskapanar- og granskingarmiðdepil sum kann verða eitt vakstrarhús fyri vinnulív og mentan í Havn og gera Havnina til høvuðsstaðin, har fólk vilja búgva.

 

Stuðlið góða hugskotunum!

 

Rógvi á Rógvu

Valevni fyri Tjóðveldi