Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Tað, Føroyar kunnu verða!

2019-03-19 09:07

Leygardagin 23. mars kl 13 verður árligi landsfundurin hjá Unga Tjóðveldinum hildin í Grønlendingahúsinum.

Undir heitinum Tað, Føroyar kunnu verða fara vit at hoyra um umhvørvisetikk og eina grøna framtíð.

Jógvan D. Hansen, filosoffur kemur at greiða frá um umhvørvisetikkin hjá Arna Næss, heimspekingi, um hvussu menniskju skulu liva í samráð við náttúruna og Bjørt Samuelsen, tingkvinna, kemur at greiða frá hvussu ein grøn framtíð hjá Føroyum sær út.

Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur, kemur at snakka um valstríð og vit leggja upp til valpeppan.

2019 er eitt heilt serligt ár. Løgtingsval verður seinni í ár, og verður valstríðið av álvara skotið í gongd á landsfundinum. Unga Tjóðveldið arbeiður fram ímóti at fáa eitt umboð valt á ting, og tí hava vit brúk fyri allari styrki at føra valstríð saman við okkum.

Unga Tjóðveldið bjóðar ein betri bita til fundin og bjóðar øllum limum í veitslu um kvøldið.

Meira um landsfundin er at lesa á facebook: https://www.facebook.com/events/632671313846072/


Vegna Unga Tjóðveldið

Hervør Pálsdóttir, forkvinna