Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað er skammfult, vanvirðiligt og vandamikið at gerast gamal í Klaksvík

2020-06-08 10:39

Eitt tað fyrsta tú fært eygað á, tá tú kemur koyrandi út úr undirsjóvarunnilinum til Klaksvíkar, er ein húkur, ið opinberar so yndisliga, at hetta er ein fiskibýur, tú ert komin til; koyrir tú víðari inn í býin, møtir tú hábærsligum listaverkum skapt av teim gávuríkasti listafólkum í Føroyum. Annað, ið er at síggja, uppliva, er at býurin er prýddir við blómum við litføgrum krúnubløðum, ið fær ein at hugsa um urtagarðar, ið eru at síggja í bløðum um tey kongligu, og ikki at gloyma teir tignarligu salir frá ymiskum trúarbólkum og ein kirkja, ið er ætlað teimum, ið vilja røkta sítt kristna lív saman við øðrum.

Eisini eru skúlar, barnagarðar, kommunulæknar, bussar, ið koyra frítt frá morgun til kvøld, bankar, barrir, matstovur, klædnahandlar, eitt stórt úrval av virknismøguleikum, matvøruhandlar, apotek, ein rúsdrekkasøla, fiskavirkir og ein stór mongd av ymsum fiskiskipum - ja, alt tað, ein kann hugsa at hoyra til ein kristnan og vinnuskapandi bý sum Klaksvík; men og aftur eitt men, hendan myndin er ikki galdandi fyri allar borgarar í Klaksvíkar kommunu, fyri nógvar borgarar er ein heilt annar veruleiki galdandi, ein veruleiki har eingin trygd er fyri at fáa læknahjálp, ein veruleiki, har tú situr einsamallur í einum kamari, og etur morgunmat við fult av pissi og lorti undir tær. Hetta er ein veruleiki, ið búfólk á røktarheiminum ”niðristova” í Klaksvík uppliva javnan.

Tað fyrsta, tú møtir, tá tú kemur inn á røktarheimið ”niðristova”, er lukturin av pissi og lorti. Búfólkini uppliva regluliga at hava eina blæu fulla av pissi og lorti. Tey verða bókstavliga biðin um at pissa og skíta í blæuna. Tey fáa eina nýggja blæu, tá tey fara í song, og hon verður mangan ikki skift aftur, fyrr enn tey hava etið morgunmat. Royn og hugsa fyri tær sjálvum, at tú ert noydd/ur at sita og eta morgunmat við pissi og lorti undir tær. Er tað nakað, sum er meir vanvirðiligt, skammfult og eyðmýkjandi at hugsa sær enn tað; heldur tú, at borgarstjórin í Klaksvík og leiðslan á røktarheiminum ”niðristova” høvdu gjørt tað ímóti sær sjálvum ella einum av sínum nærmastu?

Fyri stuttari tíð síðan hevði eitt búfólk kent seg illa í nakrar dagar, ein kommunulækni varð boðsendur, men eftir at hava ringt og bíða í fleiri dagar, vóru tey avvarðandi sjálv noydd til at ringja til læknavaktina á landssjúkrahúsinum. Hetta hendi eitt leygarkvøld. Leiðslan á røktarheiminum var farin heim at halda vikuskifti, alt meðan eitt búfólk hevði alstóran tørv á læknahjálp. Eingin var heldur á staðnum, ið hevði ta neyðugu útbúgving/førleikar, um nakað enn meir álvarsamt skuldi hent við viðkomandi persóni. Persónurin varð beinanvegin innlagdur inná Klaksvíkar sjúkrahús, eftir at ein lækni kom til hjálpar - persónurin hevur tað gott eftir umstøðunum.

Ja, alt hetta fær ein av álvara at hugsa seg um, hvussu tað verður, um ein sjálvur kemur til á náa ein slíkan høgan aldur, har tú verður noyddur at lata títt lív og tína sjálvsábyrgd yvir til eina umsorgan, ið eftir mínum tykki er eyðmýkjandi, vanvirðilig og skammfull ja, lívshóttandi. Hví ikki heldur bjóða beinleiðis deyðshjálp til tey menniskju, ið eru klár, men ikki megna at hjálpa sær sjálvum við tí mest vanliga so sum at fara á vesið, at vaska sær sjálvum o.s.fr. longur. Tí lønin fyri eitt heilt lív í drúgva tænastu fyri tín heimstað, er ikki ein løn, ið eg á nakran hátt eri hugaður at taka ímóti - enn minni at uppliva.

Við ótta og bivan um framtíðina

Rógvi Lydersen,
avvarðandi