Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað er ógvuliga lætt at beina fyri fátækadøminum í Føroyum

2020-01-05 18:47

Tann besti mátin at beina fyri fátækadøminum er, at gera kommunuskattin líka progressivan sum landsskattin, tí tá vísur ein veruligan vilja til at arbeiða við ójavnanum. Um kommunuskatturin verður líka progressivur sum landsskaturin so fáa tey lágløntu einar tveytúsund krónur meira útgoldið um mánaðin og tað vil fáa nærum øll uppum fátækamarkið. Tann fátækasti arbeiðarin rindar júst sama kommunuskattaprosent sum tann ovurríki bankastjórin.

Hví skal tað vera rætt?

Kommunuskatturin er fullkomin flatskattur, har øll gjalda sama skattaprosent og tað er so órættvíst sum tað kann verða, í einum annars samhaldsføstum samfelag, har teir breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðuna.

Um tú ikki heldur, at kommunuskatturin eigur at verða líka progressivur sum landsskatturin er, so eru tað mong, sum vilja fáa at vita hví tú heldur, at tað er rætt, at láglønt skulu gjalda sama kommunuskattaprosent sum hálønt.

Hvør er frágreiðingin?

Tað eru fleiri túsund í dag, ið liva undir fátækamarkinum og teimum kunnu vit ógvuliga lættliga hjálpa við at broyta kommunuskattin til ein progressivan skattastiga.

Núverandi skattastigi er ein avoldaður máti at skatta fólk uppá, har øll skulu gjalda tað sama í kommunuskatti. Hetta má broytast, um vit skulu skapa eitt betri samfelag fyri øll og ikki bara fyri tey háløntu.

Róði Hansen