Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Tað er modernað at vera ómodernaður

Helgi Abrahamsen

Føroyingar eru óførir svimjarar, og tað sæst aftur í altjóða kappingum. Vit fegnast, hvørja ferð vit hoyra tjóðsangin spældan, meðan ein føroyingur stendur á ovasta skamli og fær eitt gullheiðursmerki hongt um hálsin. Jú føroyingar eru óførir svimjarar.

Alt hetta byrjaði við, at føroysk børn, í gomlum døgum, svumu á áum og á sjónum um summari. Umstøðurnar vóru út av lagið vánaligar. Vatnið var kalt, og umklæðingarrúmið var tann fría náttúran ella í besta føri okkurt gamalt neyst. Tey sum svumu á sjónum máttu lata sær lynda, at tey fingu tara ímillum tærnar og gjarið kundi vera hvast at stíga á.

Men seinni bleiv betri. Í summum bygdum vórðu svimjihylar stoyptir í áum, og hetta var sera framkomið eftir tátíðar viðurskiftum. Men vatnið var framvegis kalt, og einki umklæðingarrúm var.

Og menningin helt fram. Í Havn fingu tey ein uttandurahyl, har vatnið hevði ein lítlan fløga, og har vóru eisini rúm, har tú kundi skifta og fáa brúsubað. Sera framkomið eftir tátíðar viðurskiftum.

Og so komu innandura hylarnir. Tað reina luksus! Flisar á gólvinum, heitt vatn, brúsurúm og savna. Onkur hevur eisini gosbað, tí eingir fossar og brim eru longur, ið skapa natúrligar luftbløðrur í vatninum.

Nógvar milliónir krónur eru brúktar, fyri at skapa hesar framúr góðu umstøður. Bara í Eysturoynni eru nógvir innandurahylar, har tú kanst svimja bæði summar og vetur. Tænastan er á einum støði, sum børnini fyri 100 árum síðani, ikki dugdu at ímynda sær.

Og mitt í øllum hesum er tað blivið hægsti móti at fara oman í fjøruna, í kulda og kava, inn í okkurt gamalt neyst at skifta klæðir, og so verður lopið í tann ískalda sjógvin – akkurát sum tey gjørdu í teimum døgum, tá tey ikki áttu nakran svimjihyl.

– Nei eg skilji einki av tí heila.