Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað er gott at eldast í Norðoyggjum – aftursvar til lesarabræv

2020-06-10 15:41

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, harmast almikið, tá tað í lesarabrævi verður ført fram, at “Tað er skammfult, vanvirðiligt og vandamikið at gerast gamal í Klaksvík”, og vilja vit staðiliga afturvísa hesum uppáhaldi og teimum grundgevingum, sum verða givnar fyri hesum.

Ásannað verður, at batar altíð kunnu og skulu gerast. Hesum verður arbeitt við, og í tí sambandi er konstruktivur kritikkur altíð kærkomin og verður tikin við í støguða arbeiðið at tryggja dygdina í øllum teimum tænastum, sum NBH bjóðar.

Viðmerkingar verða ikki gjørdar til einstøk mál, men ákærurnar í lesarabrævinum eru rættiliga álvarsligar, og tí verður í stuttum greitt frá innihaldinum í teimum tænastum, sum verða veittar á búeindunum í NBH, har fremsta málið er at veita eina dygdargóða tænastu á høgum fakligum stigi.

Tá kommunala samstarvið í Norðoyggjum tók við ábyrgdini av eldraøkinum, varð umfatandi kanningararbeiði sett í verk, sum hevur givið NBH innlit í virðismikla vitan um tørvin og ynskini hjá brúkarum, avvarðandi og starvsfólkum. Við støði í hesum kanningararbeiði er ætlan løgd fyri framtíðarvirksemið hjá NBH, sum umfatar fleiri røktartímar á búeindum, miðvísa starvsfólkamenning og virkistilboð, sum verða løgd til rættis saman við búfólkunum fyri skapa ein innihaldsríkan gerandisdag á øllum búeindum.

Eisini er at fegnast um, at dugnaligu og fakligu starvsfólkini á Niðristovu, eins og á øllum hinum búeindum í NBH, hvønn dag leggja stóra orku í at veita búfólkunum góða og skikkaða røkt og umsorgan, soleiðis at tað er gott, virðiligt og trygt at gerast gamal í Norðoyggjum.

Hetta eiga starvsfólkini eina hjartans tøkk fyri.

Jógvan Skorheim,
Stýrisformaður fyri NBH