Tað almenna má samstarva við vinnuna um lærlingar

Vit hoyra um tað ferð eftir ferð, at nú eru ongi lærupláss at fáa og nakað seinni, hoyra vit, at nú er metstórt tal av lærlingum. Trupulleikin er bara tann, at tá ið ongi lærupláss eru at fáa, er arbeiðsloysið ofta sera høgt, og tá ið nógvir lærlingar vera tiknir inn, tá er trot á arbeiðsmegi. Hetta tí at einstaki meistarin bert kann taka lærlingar, tá ið hansara ordrabók er í vøkstri. Samfelagi hevur hinvegin tørv á at nógv kunnu sleppa í læru, tá ið ringar tíðir og arbeiðsloysið er. Tað er ikki einfalt at gera nakað við hetta ósamsvar millum útboð og eftirspurning av arbeiðsmegi og læruplássum. Men um allir partar seta sær fyri, í felag at samstarva um eina varandi loysn, so ber til at gera nakað við trupulleikan.

Konjunkturjavna lærlingatal

Hóast arbeiðsloysið er minka og byggivinnan er í vøkstri so eru tað framvegis 1000 arbeiðsleys. Tí áttu vit at havt brúk seinastu 3 árini, meðan vinnan hevur verið niðri í einum aldudali, til at viðgjørt hvussu vinnan var best útgjørd at møta avbjóðingunum, tá ið hon kom upp aftur úr aldudalinum. Ein aktuellur trupulleiki ið arbeitt kundi verið við at loyst, var hvussu vit tryggja eina støðuga lærlinga tilgongd.

Vit mugu hava eina støðuga tilgongd av lærlingum av tveimum orsøkum, fyri at hava nokk av handverkarum, tá ið byggivirksemi veksur og fyri at tey ungu, ið ynskja at fáa lærupláss, kunnu fáa tað, bæði í góðum og ringum tíðum.

Trýpartasemja vinnan, tað almenna og ALS.

Flestu av grannalondum okkara hava eitt vælskipað trýparta samstarv millum tað almenna og vinnuna, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

Okkum manglar, at tað almenna tekur stig til at skipa eitt javnbjóðis samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, har fokus er á at menna arbeiðsmarknaðin og arbeiðsmegina, so vinnan alsamt er før fyri at møta avbjóðingunum í dagsins samfelag.

Eitt samstarv har partarnir krevja nakað av hvørjum øðrum. Til dømis kundi tað almenna sett meistaraútbúgvingina á stovn, ið vinnan hevur mælt til í longri tíð. Vinnan kundi gingið við til at lærlingar fingu logbók ella útbúgvingarhandbók, so skjalfest er hvørjar fakdisiplinir lærlingurin hevur lært, meðan hann hevur verið á læruplássinum. Hevur lærlingurin onkra disiplin, ið arbeiðsuppgávurnar hjá meistaranum ikki hava dekka, so kundi skúlin nomið við tann partin, næstu ferð lærlingurin kemur í skúla.

Møguligar loysnir mugu byggja á vitan

Øll okkara grannalond hava framrokningar um hvussu stórur teirra framtíðar tørvur er á yrkislærdari arbeiðsmegi. At gera eina slíka kanning, her hjá okkum, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, er felt í løgtinginum av samgonguni, hóast hon hevði verið ein uppløgd byrjan á eitt konstruktiv trýpartasamstarv.

Somuleiðis kundu partarnir í felag loyst spurningin um, hvussu lærutíðin hjá lærlinginum kann skipast tá ið lítið arbeiðið er. Vinnan hevur ikki verið glað fyri skipanina við skúla praktikk. Kann verða, at tað ið felag hevði borið til at funnið eina loysn, har lærlingatalið er meira støðugt enn í dag, og har læruplássi kundi havt ábyrgdina av lærlinginum, meðan hann skifti millum skúla og lærupláss á ein meira fleksiblan hátt enn í dag.

Eindarkostnaðurin fyri ein studentaskúlanæming er munandi hægri enn fyri ein lærling, tí kundi ein umhugsa, at stuðulin til læruplássini fyri lærlingar var endurskoðaður. Ein annar møguleiki er at tilkomin fólk kundu fingið tilboð um at koma í læru við arbeiðsloysisstuðli.

Tað almenna má taka stigi

Alt hetta eru spurningar, ið tað almenna átti at gingið á odda við at kjakast við vinnuna um og funnið loysnir í felag. Eitt vælskipað trýpartasamstarv er vegurin fram, heldur enn sum nú, bert at sløkkja eldar tá ið eldur er í komin. At geva loyvið at fáa útlendska arbeiðsmegi inn, nú støðan er akutt, er jú bert eldsløkking og ongin varandi loysn.