Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Oddagreinin í Sosialinum, sum hendan grein er eitt aftursvar til.

Tá nepotistar skriva um populistar. Aftursvar til oddagrein

2014-06-13 21:05

Hevði blaðstjórin á Sosialinum gjørt sær tann ómak at lisið kæruna, sum eigarafeløgini í Hoyvík herfyri lótu inn, í sambandi við, at Fjarhitafelagið á øðrum sinni fekk umhvørvisgóðkenning til eina oljufýrda hitamiðstøð millum hús, spælipláss og barnagarð Inni á Gøtu, so hevði hansara oddagrein í blaðnum mikudagin 11. juni 2014 kunnað ljóðað øðrvísi.

Harvið er ikki sagt, at hann hevði droppað populistábreiðsluna móti teimum fýra býráðspolitikarunum, ið søgdu seg vera ímóti oljufýrdu hitamiðstøðini. Men so hevði fakta um ikki annað kunnað verið í lagi.

Fyri tað fyrsta hava tað ikki verið ætlanir um at byggja eina slíka hitamiðstøð í 25 ár. Hevði hann lisið fundarfrágreiðingar frá tíðini síðst í áttatiárunum, tá býlingurin Inni á Gøtu varð bygdur, so hevði hann sæð, at oljufýrda hitamiðstøðin ikki var ein partur av ætlanunum yvirhøvur.

Tá Fjarhitafelagið keypti matrikulin frá Tórshavnar Kommunu í 2002, vóru neyvar ásetingar í skeytinum um, hvat kundi byggjast á hesum A3 økinum, og eitt orkuverk av hesum slag var ikki harímillum.

Í ársfrágreiðingum Fjarhitafelagsins stendur at lesa fram til 2008, at endamál felagsins er at veita fjarhita til sethús og virkisbygningar í Hoyvíkshaganum og á Sandvíkarhjalla.

Í 2008 broytist orðingin frá at vera lokaløkið í Hoyvík og á Hjalla til at vera Tórshavnar kommuna. Í ársfrágreiðingini árið fyri verður tosað um, at fyrireikingar eru byrjaðar til at gera eina ketilstøð á matriklinum í Klingruni, og í frágreiðingini 2008 verður nevnt, at forprojekteringin er byrjað.

Í hesum samanhangi er rætt at nevna, at Fjarhitafelagið tá vísir á ætlanir um at breiða seg oman í sjálva Tórshavn, og sigur tað vera ynskiligt, at Tórshavnar Kommuna setur krøv til húsini, sum liggja fram við rørleiðingini, at tá tey fara undir at skifta oljufýr/ketil – ella eftir ávíst tíðarskeið – skulu knýta í fjarhitskipanina.

Eg eri ikki løgfrøðingur, men hetta ljóðar sum at felagið ikki tekur atlit til kappingarlóggávuna.

Hesi bæði árini, 2007 og 2008, var býráðslimur Javnaðarfloksins og systir oddagreinarskrivarans á Sosialinum, Elin Lindenskov, forkvinna í nevnd felagsins, og tað er undir hennara leiðslu, at ætlanin av álvara tekur skap, og at endamálsorðing felagsins broytist: Fjarhitafelagið skal veksa seg stórt.

Tá undirritaði keypti hús í Niðaragøtu um ársskiftið 2004/2005, vóru eingi tekin um, at hetta var ætlanin. Eg hevði heldur ikki keypt hús her, um eitt oljufýr við størri megi, enn øll oljufýr á Argjum og Norðastahorni til samans, stóð sum granni, ella um eg kendi til ætlanir um slíkt.

Tað hevði eingin við fullum viti gjørt. Tað var tó hetta, Fjarhitafelagið tá helt vera bestu loysnina, og sum tað ætlaði at smoyggja niður yvir høvdið á okkum, uttan nakra grannahoyring ella kunning annars.

Tá fólk her í økinum varnaðust, hvat var um at henda, vaknaði tann megi, sum er eitt tekin um, at her búgva tilvitað menniskju, og ikki tvøgur, sum finna seg í hvørjum sum helst.

Ætlanir felagsins vóru uttan nakra virðing fyri nærumhvørvinum og okkum, sum búgva her, og tí máttu tær steðgast. Steðgaðar vórðu tær eisini, takkað veri fyrst og fremst nøkrum eldsálum í økinum, sum løgdu stórt arbeiði í at vísa á eyðsýnd mistøk í umhvørvisgóðkenningini, so lítið stóð eftir.

Oddagreinin endurgevur núverandi nevndarformann í Fjarhitafelagnum fyri at siga, at hesir fýra býráðspolitikarar, sum alment søgdu seg vera í móti hitamiðstøðini, ikki vita, hvat teir tosa um.

Tað drúgva vitanararbeiði, sum arbeiðsbólkur hjá eigarafeløgunum hevur greitt úr hondum, nú Fjarhitafelagið fyri aðru ferð bað um og fekk eina umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni, og sum eigarafeløgini hava kært, vísir, at sami formaður ikki hevur nakra hóming av, hvat hann hevur gongd í. Virðing fyri okkum sum her búgva og virka hevur hann so ikki. Tað kunnu vit staðfesta. Í práti her í býlinginum í dag var semja um, at vit áttu at bjóðað honum á vitjan, so hann kundi hitt okkum og hoyrt fakta.

Tað er ein góður eginleiki hjá leiðarum at duga at lurta, faktiskt tann týdningarmesti. Vit, borgarar í Tórshavnar kommunu hava valt nakrar vanligar borgarar til at leiða okkara kommunu. Teir koma út fyri í sínum starvi at skula taka truplar avgerðir, og onkuntíð kunnu avgerðirnar vera beinleiðis skaðiligar og skeivar fyri samfelagið.

Oljufýrda hitamiðstøðin í Klingruni var ein av hesum skeivu avgerðum. Ovurstóra oljufýringin er heilsuskaðilig, tað vísir innihaldið í okkara kæru greitt, - eisini aftaná at pjøssað varð upp á upprunaligu tungoljuætlanina.

Umhvørvisstovan ætlaði ikki at veita umhvørvisgóðkenningina, men kúvendi 23. mars 2012 við tunnum og beinleiðis ósonnum argumenti frá Fjarhitafelagnum um, at vit borgarar áttu at verið greiðir yvir frá byrjan í 1988, hvat var ávegis í Klingruni.

Vit borgarar í Tórshavnar Kommunu skulu vera takksamir fyri, at okkara politikarar ikki eru longri burtur, enn at teir evna at lurta, tá borgarar vísa á og kunnu dokumentera, at okkurt er um at fara álvarsliga av sporinum.

Mikudagin, aftan á at oddagreinin í Sosialinum var farin til prentingar, fingu vit hoyvíkingar eitt lyfti frá borgarstjóranum Heðini Mortensen um, at hann ætlar at arbeiða fyri eini grønari loysn. Ein slík loysn skal vera so hjartaliga vælkomin í Klingruna. Vit skulu bara minnast til, at hon hevði aldrin komið upp á tal, um býráðslimir og borgarstjóri ikki megnaðu at lurta eftir borgarunum, men ístaðin høvdu valt at hildið fast í ætlanunum frá 2007.

Tøkk til tykkum politikarar í Tórshavnar Býráð, sum hava víst, at tit duga at lurta, og at tit skilja tað næra fólkaræðið. Vit vóna, at tey av tykkum, sum vit einki hava hoyrt frá, eisini duga at seta tykkum í okkara stað, og at tit vera við til at skapa eina skilagóða, grøna loysn á økinum, sum vit øll kunnu vera stolt av.

Helgi Arntórsson
Niðaragøta 42
Hoyvík