Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tá KvF fór í sorgar-mode

Hatta følilsið av, at vit kenna onkran, er faktiskt tað, ið forðar okkum veruliga at koma at kenna viðkomandi.

-

Heldur er hetta ein spurningur um at varðveita ein skilnað í tí, menniskju eru fyri. Tær ógvusligu dimensiónir, menniskju uppliva. Í hesum føri hvøkk og hissini dapurleika, hvat vit Bowie-fjepparir kenna, og hasa djúpu, óreparerandi pínuna, bert Bowiesa familja kann føla.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Í januar í fjør slapp musikk-riðilin hjá Kringvarpinum at vísa øðrum, hvussu right-on kulturellur og progressivt kenslusamur hann er.

At tað kravdi eitt deyðsfall... well (!) Tað gjørdi tað so. David Bowie andaði út eftir longri sjúkralegu í januar í fjør. Við hesum sluppu identitets-bønandi individualistar tilhoyrandi tónlista-toymið í Sortudýki við kammeratum at flasha sína sorg—og eisini akkurát hvussu gevaldiga ógvusligt, tí teir sakna Bowie og syrgja hann so botnandi, teir elskaðu hansara tónleik... sum so aftur merkir, hvat er alvitalt fyri teir!, at teir eru so absolutely kjaftafullir við kreerandi real-originaliteti: djúpir, eins og Bowie, uppfinnandi, eins og Bowie, ikonoklastiskir, eins og Bowie, mótaðir, eins og Bowie, lekrir, eins og Bowie, originalir, eins og Bowie, autonomir og indie og shit, eins og Bowie.

... tá beiski veruleikin peikar, well... beint hinvegin. Anything but.

Men gott tað sama. Tí so fáa vitonnur ein kjans at venda og umtala spurningin, hvat sorg er fyri ein stødd, og hví sorgin fyri David Bowie var so følsk? Julie Burchill, briljantur politiskur feministur, høgdi tá niður á hasar “signal-higstrandi” Bowie-fjeppararnar og teirra sjálverkleraða sálarkvøl við “Nothing to Say’ yet won’t Shut Up about their Sadness over Bowie”. Onnur, tað skal so eisini sigast, og serliga psykologar, halda, at øll henda “sorgin” er útmerkað—at hon ber vitni um, at modernað fólk hava tørv á og megna at víðka um sítt følilsisapparat—at víðka um sín moralska umsorganar-sirkul. Ja.


So, hvat var tað, sum hendi; hvør vóru hasi fólkini, ið grótu um ein persón; ella, meiri sentrerað: hví grótu hasi fólkini um ein persón, tey aldri høvdu sæð, nortið við ella klípt? Tað er helst nakað um tað, at hatta følilsið av, at vit kenna onkran, er faktiskt tað, ið forðar okkum veruliga at koma at kenna viðkomandi. Men hetta er við fólki, vit kenna. Vit veruliga kenna. Sum vit hava havt djúptgangandi samrøður og spælt vatnkríggj við. Sum vit hava elskað og fýst eftir. Tey.

Eg meini, at hatta sorgar-toymið hjá KvF, soleiðis sum tað programmeraði sínar kenslur fyri føroyingum í eini eksklusivari eykasending við heysinum fullum av tárum og beundring fyri hesum, skal sigast, aldeilis geniala musikara og menniskja, hevur eitt problem. Ella, kanska, tað er eitt problem. Og har eru fleiri.

Ógvusligasta problemið við hasum sorgar-fólkunum, tó, tað veri seg fyri Bowie ella øðrum, tey halda, tey kulu halda, eru kul (og tí skal út-projektiónerast at vísa sín individualitet), er eitt nokkso avdúkandi og privat eitt.


Tí eg veit ikki, hvat  musikkmennirnir í Kvf og knækulturistarnir í Gøtu og forstaðs-Havn, ið halda seg duga list og skilja heimin, eginliga føla, hvat tramin tað var, og er, teir generelt eru tilvitaðir um, fyriuttan seg sjálvan!, men tað er so ikki... sorg—men heldur ein misnýtsla av og óreglulig tøka av sjálvum orðinum, og teim kenslum, vit kanna hesum sálarstandi.

Jú, eg skilji væl, so dánt, at fólk feldu tár um Bowie. Hann hevði nógv at siga fyri heilt nógv fólk. Og sjálvur havi eg verið fasineraður av honum og lurtað at hansara tónleiki líka aftur til 80ini, ímeðan dreingirnir í vesturbýnum lurtaðu at Toto og Boston, gøtuskurðar Jeff Buckley og onkrum øðrum, teir hildu seg vita, onnur hildu, var chic.

(Eg minnist fyrstu ferð, eg sá Bowie, androgynur og væltalandi djúpur og avbjóðandi. “Eitt veruligt mannfólk”, var mín fremsti tanki. Elektroniskur innovatør. Mótaikon. Eldri statsmaður. Hetero. Bi. Kulturellur trendsetari. Tónleikurin, so avbjóðandi popputtur og deiligur, hann var, kom í aðru røð.)


Men-men, tykkara tár, tykkara fagnaðarorð, ummæli og eftirmæli, og soleiðis sum tit ráspældu Ashes to Ashes og, ætlandi, sorgarklæddu eitt heilt fólk uppá skattgjaldarans rokning; tykkara so ella so veruligu kenslur og harm um tað aleinaða faktum, at ein poppstjørna er farin: einki av hesum er sorg. Ella, í besta føri, ein sorg eins grunn og Hoyvíkstjørn, tí sorg er nakað heilt. Heilt annað.

Sorg er kropslig og andalig pínsla. Kúgan. Fjøtran. Tað er, tá tú ert so nógv blakaður aftur til tín grundeksistens, at nakað so simpult sum at eta og drekka er ein fucking fyritøka; tá tú ikki veitst, hvørjum beini tú skalt standa á; hvar tú skalt vera: sita ella standa ella ganga víðari... og endar við, at tú hevur bestan hug at leggja teg, heys at kodda, men so skjótt sum tú gert tað, so uppaftur—tí tað at liggja og eygleiða loftið, bara hygja og vera vakin, gevur so nógva ótolandi ró... og soleiðis melur óafturhaldandi sálarkvølin í klingur uttan nakra nýakademiska diagnosu. Bert sorg.

Tað er, sambært Sprotanum, “ein sterk og pínufull sinnisrørsla við sváran miss”. At føla sorg er at føla seg píndan og tilvistarliga bukaðan. Føldu almenna musikk-redaktiónin og say-so Bowie-fjepparir sterka og pínufulla sinnisrørslu; syrgdu tit so, at tit ikki vistu, hvat tit skuldu gera av við tykum, at tit ikki kláraðu at drekka og eta? Nei, onki týður upp á tað. Kedd, kanska. Nøkur tykkara. Eitt sindur. Í nakrar dagar. Inntil tað ikki longur er kul at vera tað.


Sjálvandi fer onkur at vísa á, “jamen, tú eigur ikki patent uppá sorg”. Tó, tað er at misskilja málið, orð og tess týdning, um hugtakið so er søguliga, biologiskt ella mentanarliga treytað og grundfest (eins og hjúnalagið!). Eginliga, væl verri, tí tað er at draga inn undir seg veruliga pínu, kúganina!, ið er føld av teimum, hvørs sorg er, ja, verulig. Eg meini, Iman, einkja Bowie, og sonurin, kanska eisini besti vinmaðurin, tey eru í sorg. Tey syrgja. Ikki tú. Ikki eg. Eingin okkara.

Partvíst er hetta ein spurningur um at verja orð og hugtøk fyri misnýtslu—hvat er umráðandi. Heldur er hetta ein spurningur um at varðveita ein skilnað í tí, menniskju eru fyri. Tær ógvusligu dimensiónir, menniskju uppliva. Í hesum føri hvøkk og hissini dapurleika, hvat vit Bowie-fjepparir kenna, og hasa djúpu, óreparerandi pínuna, bert Bowiesa familja kann føla.

Okkara kenslur eru grunnar. Serstakliga tær hjá teimum, ið hava tørv á at blitsa tær til tess at økja um sítt identikit í hesu formatisku virðiskreppu. Hansara deyði fer ikki at ávirka títt lív. Men hann fer at ávirka tað hjá hansara nærmastu. Vit hava hansara musikk, lýrikk, filmar og plakatir, meðan hansara familja hevur mist tann Bowie, hon elskaði. Menniskjað. Mannin.


Um nakað avdúkaði tiltiknu sorgina, so var tað akkurát tað, at meðan tey samleika-raktu, ið opinbart skilja Bowie sooooOOOO, fortaldu um sín harm í almennum rúmi, tók hansara familja seg aftur úr sama rúmi. Tey komu saman í tað, vit á sinni so sinniliga kallaðu “privatlívið”. Iman sást als ongastaðni. Sonurin fór av sosialum miðlum alt fyri eitt.

Musikk-kend og onnur uttan realinteressu og heila, hinvegin, brúktu rúma orku at greiða okkum frá, í detaljum, hvussu kedd tey vóru, hvussu tey feldu tár og um eksakta kilotalið av Kleenex. Brúktum.

Slíkur atburður er ræðuligur, tilgjørdur, ólistarligur og lorkutur, av tí at hann so eyðsýniliga er um at draga alt uppmerksemi til sín sjálvs. Nú á døgum skal alt avdúkast. Alt skal út. “Eg gráti, tí eri eg”. At harmast David Bowiesa deyða er í lagi, men at kortleggja tínar bleythjartaðu kenslur í mun til mannin, tað er ikki mannfólkasligt, eiheldur normalt, men er um at vísa øðrum, at tú liggur inni við einum yvir-emotionellum sensitiviteti. Reyp. Og tað er lúsut. Tað er tað øvuta av sorg.


So, vælsignaða Sortudýki og musikk-kend annars: næstu ferð, onkur tit halda, er kul, doyr, lurta at hansara plátum, skipa fyri einum gildi í hansara navni, fyri vinfólki, grát ein minutt ella so, um tørvur er á tí; men sig ikki, at tú syrgir, og lat vera við at plasera tína sorg on-line.

Tí tá snýr tað seg ikki longur um hin deyða, men teg. Aftur hesuferð.