Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Tá Jonhard ruddaði ein triðing av kamarinum

2014-02-05 20:07

Eg sá á onkrum portali, at Jonhard Eliasen skrivaði eitt lesarabræv, har hann vildi hava meg og Edmund Joensen at svara nøkrum spurningum viðvíkjandi blokkstuðlinum. Jonhard sigur, at eg og Edmund hava skrivað rættiliga nógv um hetta evnið, og tí vil hann hava at vita, hví vit ikki hava gjørt meira, fyri at hækka stuðulin aftur.

Einasta greinin eg havi skrivað um blokkstuðulin hetta seinasta knappa árið, stóð í Sosialinum fyri nøkrum døgum síðani, so eg gangi út frá, at tað er ta greinina, Jonhard fyrst og fremst sipar til. Greinin var eitt aftursvar til eitt úttalilsi hjá Kristinu Háfoss, sum í einum sjónvarpskjaki pástóð, at fullveldislandsstýrið hevði stór avlop, tá blokkstuðulin varð lækkaður. Eg vísti á, at hetta var eitt villleiðandi úttalilsi, tí avlopini sum hon sipaði til vóru øll í árunum áðrenn blokkstuðulin minkaði. Eg vísti eisini á, at uttan blokkstuðulin, hevði fullveldislandsstýrið havt eitt risastórt undirskot á hvørjum ári. Eg síggi í greinini hjá Jonhardi, at hann vísir ongari av hesum viðmerkingunum aftur.

Søguliga gongdin

Áðrenn eg svari hansara spurningum, lat meg so fyrst greiða eitt sindur frá málinum um lækkingina av blokkstuðlinum.

Fullveldislandsstýrið sum varð skipað í 1998 lovaði føroyingum eitt fullveldisríki, har danski statskassin skuldi rinda blokkstuðul í eini skiftistíð, sum skuldi varða í 15 ár. Hetta fór einki kosta vanliga fólkinum í Føroyum, varð sagt. Jonhard Eliasen og aðrir serfrøðingar ferðaðust landið runt við eini uppvørpu, har fólk kundu velja tøl at seta í eitt rokniark, og so roknaði teldan út, hvussu stórt avlop landskassin fór at hava, eftir at Føroyar høvdu fingið fullveldi.

Men 15 ár munnu hava verið í minna lagið tá til stykkis kom, tí í sáttmálauppskotinum sum varð lagt fyri donsku stjórnina bleiv ikki biðið um 15 ár, men landsstýrið valdi heldur at seta eitt longri roknistykki upp, og hevði danska stjórnin góðtikið tað, so hevði fullveldið Føroyar, bæði nú og nógv ár framyvir, fingið ein árligan blokkstuðul úr Danmark, sum hevði verið størri enn hann er í dag. Og hetta kallaðu tey ”sjálvberandi búskap.”

Ein av arkitektunum aftanfyri hetta roknistykkið, var Jonhard Eliasen, sum nú spyr meg og Edmund Joensen, um vit ikki halda tað vera ómoralskt at fáa blokkstuðul úr Danmark. Eg og Edmund ganga hóast alt inn fyri ríkisfelagsskapi. Jonhard vildi hinvegin hava, at Danmark skuldi gjalda til eitt land, sum eftir egnum ynski var farið úr danska ríkinum. So kunnu vit altíð kjakast um, hvør av hesum møguleikunum er meira moralskur.

Royndu aðrar møguleikar

Danska stjórnin segði sjálvandi korta nei til hetta lumpisliga roknistykkið. Um føroyingar vildu klára seg sjálvar, so kundi landsstýrið fáa 4 ára skiftistíð, vóru boðini. Hetta kallar Jonhard í greinini, at ”fíggjarliga revsa okkara land.” Hann hevði altso bæði vónað og væntað at fingið nógv meira blokkstuðul, enn tað sum danska stjórnin vildi bjóða fullveldisprojektinum.

Tá henda ætlanin ikki sá út til at ganga, royndi landsstýrið aðrar møguleikar, fyri at fáa fatur á pengum úr danska ríkiskassanum. Ein roynd var gjørd at bjóða donsku stjórnini veðhald í møguligum framtíðar oljuinntøkum. Ein onnur roynd var at fáa sett nýggja ríkissáttmálan stigvíst í gildi, soleiðis at Føroyar kundu verða ”hangandi” í ríkinum í 15 ár og varðveita rættin til blokkstuðul í eina tíð. Triði møguleikin var eitt uppskot um, at øll uttanlandaskuldin í ríkinum skuldi verða løgd saman og síðani verða býtt millum partarnar eftir fólkatali. Harvið høvdu Føroyar verið so at siga skuldarfríðar, meðan danskir skattgjaldarar høvdu hingið upp á føroysku skuldina.

Tað er løgið at hugsa sær, at ein av høvuðsarkitektunum aftanfyri hesi uppskotini, nú spyr tveir sambandsmenn, um tað ikki er ómoralskt at fáa blokkstuðul úr Danmark.

Settu nýggja kós

Tá landsstýrið ikki fekk donsku stjórnina at ganga við til at gjalda allan henda blokkstuðulin, slitu tey samráðingarnar. Á tíðindafundi í Tinganesi varð boðað frá eini nýggjari fullveldisætlan, sum skuldi venda gomlu ætlanini á høvdið. Nú skuldi yvirtakast í stórum, og blokkstuðulin skuldi minka samsvarandi yvirtøkunum. Tað bleiv gjørt, og avlopið hjá landskassanum minkaði heilar 506 mió. krónur eftir bert einum ári.

Villleiðandi upplýsingar

Tá henda nýggja fullveldisætlanin varð viðgjørd í uttanlandsnevndini, fekk nevndin eina sokallaða ”kravsgreining”, sum skuldi vísa, hvussu nýggi fullveldisleisturin hekk saman fíggjarliga. Tann sum hevði tilevnað hesa greiningina var eingin minni enn Jonhard Eliasen.

Eg skal ikki koma so nógv inná kravsgreiningina her, tí eg havi áður víst á, at endamálið við henni var at villleiða bæði løgtingið og Føroya fólk. Ein búskapargrunnur skuldi fyrst stovnast, sum skuldi gjalda landskassanum ein part av pengunum, sum vóru mistir í blokkstuðli. Men ein grunnur í sær sjálvum, hjálpir einki um hann ikki hevur pengar. Tí skuldi ein heil milliard fyrst takast av uppsparingini hjá landskassanum og setast í grunnin. Av eini ella aðrari orsøk stóð tað ongastaðni í kravsgreiningini, at landskassin harvið bleiv eina milliard fátækari. Men tá pengarnir í smáum bitum blivu fluttir yvir aftur í landskassan, tá varð tað kortini roknað sum inntøka hjá landskassanum. - Ótrúðliga smart.

Spurningarnir sum Jonhard setur

Jonhard Eliasen skrivar í greinini, at blokkstuðulin verður latin úr statskassanum til landskassan fyri uppgávur, sum landsstýrið ikki hevur ábyrgdina av. Tá ið so eitt málsøki verður yvirtikið, verður blokkurin lækkaður, og tí heldur hann tað vera natúrligt, at eg og Edmund Joensen ganga øvugta vegin, fyri at hækka blokkin aftur.

Henda skrivingin avdúkar, at Jonhard, sum arkitektur aftanfyri fíggjarpartin av fullveldisætlanini, ikki visti hvørjar avleiðingarnar vóru av teirra politikki. Hann veit framvegis ikki, at heimastýrislógin gevur bara heimild at yvirtaka felagsmál til sermál, meðan málsøki sum eru yvirtikin ikki kunnu verða avhendað aftur til donsku ríkismyndugleikarnar at umsita.

Her nyttar ikki at biðja meg og Edmund Joensen ella onkran annan um hjálp. Tykkara yvirtøkur eru framdar, og rokningin er langt síðani send til Føroya fólk.

Harnæst er at siga, at Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at føroyingar fyrst fara til donsku stjórnina og biðja um yvirtøkur, men so tá vit síggja rokningina, so fara vit aftur til stjórnina og siga: ”Vit meintu tað ikki.” Hvat tit á fullveldisveinginum gera, tá tit fáa kaldar føtur, tað mugu tit finna útav, men eg komi ikki við á ein slíkan túr. Er eitt málsøki yvirtikið, so fangar borðið og vit mugu gjalda tað sum yvirtøkan kostar. Tit droymdu um eitt fullveldi sum einki skuldi kosta, og hóast tit sóu, at roknistykkið ikki fór at halda, so hildu tit kortini fram, og sendu rokningina til Føroya fólk.

Ruddaði ein triðing av kamarinum

Jonhard brúkar í greinini eina væl kenda myndatalu, har Danmark er foreldrini, sum biðja tann óskikkiliga tannáringin, Føroyar, um at rudda kamarið o.s.fr. Hann kemur til tað niðurstøðuna, at hann trýr ikki at ”sjálvt hin ørasti blokk-fanatikarin heldur, at hetta er rætti mátin at uppala børn síni.”

So havi eg hug at spyrja. Hví ruddaði Jonhard so bara ein triðing av kamarinum? Um blokkstuðulin er so ræðuligur, hví skar hann so ikki allan blokkstuðulin burtur og sendi eisini hinar báðar triðingarnar av rokningini til Føroya fólk?


Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður