Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tá føroyingar bardust fyri at fáa móðurmálið inn um kirkjugátt

Tá ið føroyingar bardust fyri at fáa móðurmálið inn um kirkjugátt, skúlar o.s.fr, tá vóru nógv ósamd, og vildu heldur varðveita tignarliga danamálið í okkara Føroyalandi, tí so kendust tey meira virðismikil og rík.

Tá ið kvinnurnar bardust fyri valrættinum , at verða javnsettar við mennirnar - ja, tá vóru eisini nógv ósamd við kvinnunum. Tær hava einki ímillum oyruni! Vænti tó ikki, at vit sum framkomi samfelag, kundu hugsa okkum aftur til hendan veruleikan. Men tó? Enn eru røddir, sum ikki ynskja kvinnuligar prestar. So seint sum í farnu viku, varð varpa ljós á hetta í donskum miðlunum. Enn eru fólk, ið ikki meta, at fakbólkur við flest kvinnum, hevur uppborið lønarhækkan, ið er tilsvarandi samfelagsgongdini annars. Er hetta javnstøðumál? Ja, hvat heldur tú?

Hvat inniber so hetta fak, sum ikki hevur rætt til hægri løn, ífylgi FMR og KAF?

Pedagogikkur: Hvussu mennast menniskju? Nær mennast menniskju? Hvat skal til fyri ein menningartilgongd kann fara fram? Hvat eru langtíðarmál, og hvat eru stutttíðarmálini fyri tann einstaka persónin, fyri allan bólkin? Pedagogurin tekur atlit til allar faktorar í menningarmøguleikum. Pedagogikkur er rættiliga eklektiskur, hevur víða veingjabreidd.

Pedagogikkur tekur støði í nógvum fjøltáttaðum menningarmøguleikum ella námsmøguleikum. Ein pedagogur tekur støði í sosialum samanhangum og sosialari ávirkan. Hvar kann menning fara fram í sosiala samspælinum, og hvar ger tað meira skaða enn gagn?

Pedagogur má eisini hava neurologiska vitan í ein ávísan mun. Hvar kann mennigin fara fram, ímun til heilastøðið hjá ávísa persóninum? Hvat skal til fyri at byggja nýggjar brýr í heilanum, fyri at menning kann fara fram? Tað filosofiska er eisini ein partur av gerandisdegum og samskiftinum. Hetta fyri at skilja, grunda og vera við til at geva nýggjar menningarmøguleikar.

Eisini er týdningarmikið at taka atlit til samfelagsligar broytingar. Hvat hevur týdning í okkara samfelag júst nú? Hvør er hugsanin aftanfyri onkra ávísa samfelagsliga broyting, og hvussu kann menningartilgongdin fara ígongd ella tillagast júst til hetta? Pedagogurin hevur áhuga í, hvat rørist í bólkinum, og hvat ávirkar bólkin. Alt sum ávirkar kontekstin.

Kreativa hugsanin er eisini alt avgerandi, bæði tað formliga, listaliga, estetiska og tónleikarliga, alt hetta hevur stóra ávirkan á børn og onnur sum námsfrøðingar varða av. Pedagogurin má kenna til sálarfrøðina og hvør samskiftisháttur er uppbyggjandi fyri menniskjað. Hvør hugburður krevst fyri at menning yvirhøvur kann vera ein møguleiki?

Eisini kann vitanin innan motorikk og heilsu nevnast. Alt, sum hevur við specialpedagogik at gera. Inklusión og alt, sum hevur við serligan tørv at gera.

Pedagogikkur er eklektiskur, áhugaverdur og neyðugur í einum vælvirkandi samfelag í 2018. Eitt neyðugt fakøki, ið hevur sera nógva ábyrgd við sær.

So kæru tit í FMR og KAF, standi ikki í vegin fyri hesum og fari nú til veruligar samráðingar.

Sóley Samuelsen, pedagog.