Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tá borgarstjórin tryggjaði familju síni trøð í Havnardali

2014-07-17 12:36

Hóast eg ikki fekk viðhald í eini klagu til Almannamálaráðið um at fáa eina ávísa orðing í gerðabókina hjá Tórshavnar býráð í viðgerðini av fíggjarætlanini hjá kommununi, haldi eg tað vera sera týdningarmikið, at eitt mál verður kært, tá ein ikki heldur alt vera í lagi. Hetta fyri at tryggja rættartrygdina og fáa bæði politisku skipanina og fyrisitingina til at flyta seg fram á leið og gera alt fyri, at ásettar reglur verða fylgdar. 

Sjálvt um ein borgari – í hesum føri ein býráðslimur – ikki fær viðhald í eini kæru, so hevur málið stóran týdning og er ein staðfesting av einum iva, ið kann vera til gagns og brúks hjá øðrum seinni. Í og við at Almannamálaráðið brúkti átta mánaðir at viðgera kæruna, er helst tí, at svarið ikki hevur verið so eintýðugt, ella tí okkurt ivamál hevur verið.

Nú borgarstjórin í Havn hevur verið so beinasamur at almannakunngera úrskurðin hjá Almannamálaráðnum, sum ikki tók undir við míni kæru um eina orðing í gerðabókini, fari eg at vísa til eitt annað mál, har Heðin Mortensen ongantíð fór út við úrskurðinum á teirri kæruni. Eini kæru, sum eg fekk viðhald í. Eg fór heldur ikki út við úrskurðinum, men nú er sjálvandi eitt gott høvi at greiða eitt sindur frá tí málinum.

Talan er um eitt mál, har Heðin Mortensen, hóast hann var ein sentralur partur í málinum, ikki metti seg vera ógegnigan at ganga á odda í viðgerðini og fáa tað samtykt. Nógvir havnarborgarar vita helst, at Heðin Mortensen hevur eina leigutrøð í Havnardali, sum Tórshavnar kommuna eigur og sum borgarstjórin røkir væl og hevur stóra gleði av, og tað skal vera honum væl unt.

Fyri nøkrum árum síðani varð arbeitt við at orða eina reglugerð fyri kommunalar traðir í Tórshavnar kommunu. Hetta við tí fyri eyga at fáa størri gjøgnumskygni, betri og rættvísari umsiting, og at fáa leigutraðirnar undir eina fasta skipan. Áhugin at fáa eina trøð til leigu millum borgarar í kommununi er stórur, og bíðilistin tí alin langur.

Í reglugerðini varð sett inn ein grein um ættarliðsskifti, sum ásetur, at øll tey, ið høvdu eina leiguavtalu áðrenn ein ávísan dag, kundu tryggja eftirkomarum sínum beinleiðis atgongd til at yvirtaka leigumálið av trøðni.

Hóast tað á býráðsfundi tá varð gjørt vart við, at Heðin Mortensen heilt greitt var ógegnigur at luttaka í viðgerðini av málinum, tí hann hevur áður nevndu leigutrøð úti í Havnardali, so metti hann seg sjálvan ikki vera ógegnigan. Tvørturímóti gekk hann á odda í viðgerðini av hesi nýggju reglugerð. Við øðrum orðum viðgjørdi hann sítt egna leigumál bæði í fíggjarnevnd og í býráði.

Reglugerðin varð samtykt og sett í gildi. Greinin í nýggju reglugerðini um ættarliðsskifti ber í sær, at tá Heðin Mortensen einaferð leggur árarnar inn, fer kommunala trøðin í Havnardali beinleiðis til son ella dóttir hansara, og trøðin verður teirra, so leingi hann ella hon livir.

Av ymsum orsøkum gekk long tíð, áðrenn eg kærdi. Eg fekk viðhald í kæruni, men býráðsavgerðin varð tó ikki broytt, tí boðað varð frá, at hon ikki kundi ógildast sbrt. § 55 í kommunustýrislógini. Tó gjørdi úrslitið av kæruni nakrar rættingar í seinni viðgerðum í býráðnum.

Millum annað varð borgarstjórin mettur ógegnigir at luttaka í viðgerðini av broytingum av gjøldunum fyri at leiga traðir. Hann varð av umsitingini biðin um at fara av fundi, bæði í fíggjarnevnd og býráði. So hóast býráðsavgerðin um ættarliðsskifti ikki varð broytt, so hevur kæran broytt mannagongdir í fyrisitingin og harvið økt um rættartrygdina.

Mín vón er, at borgarin við úrslitinum av kæruni, kann fáa størri álit á eini óheftari kommunalari fyrisiting.

Eg vil enda við at takka borgarstjóranum fyri, at hann hevur kunnað alment um úrslitið av kæruni um gerðabókini og harvið givið mær høvi at greiða frá míni fyrru kæru móti honum, sum longu nú hevur broytt fyrisitingarligar mannagongdir. Hetta fegnist eg sjálvandi um vegna allar borgarar í kommununi, tí tað hevur bøtt um rættartrygdina hjá hvørjum einstøkum okkara her í høvuðsstaðarkommununi.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi