Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tá bleytur bindiklubbamaður útlivir sín ikki-eksisterandi samleika...

- Eidesgaard og Breckmann

Sambært avvarðandi miðili er Óli Breckmann vorðin meldaður fyri brot á grein 266b í revsilógini. Grund? Jú, tí hann hevur kallað norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un eitt “skeivoygt sosialistiskt knetti”.

First things first: hasin Eidesgaard hevur desperat brúk fyri eini fucking hobby, tí antin keðir hann seg av hundunum til, ella hevur hann uppbygt eitt sera forkomandi hatur til mannin, hann hevur valt at brúkta tíð uppá og, tessvegna, nú eisini frammanundan strongda ákæruvaldið skal brúka tíð uppá.

Í øðrum lagi, og týdningarmeiri: tað einasta, ið so linliga ber á brá av nøkrum "ærumeiðandi" í “skeivoygt sosialistiskt knetti” er "skeivoygt"; og tó, tí hetta er treytað av, hvat tann meldaði handan idiotisku meldanina eginliga leggur í orðið "skeiv" í tvíorðinum "skeivoygt", tvs hvussu skeiv ella á skák uppeftir eyguni hjá hasum despotiska bølmenninum eru.

Tá ið Sprotin kann vísa á, hvat "skeivoygt" er, sjá omanfyri!, tá skal tann ákærandi greitt vísa á, at tað er nakað galið í tí at hava "skeiv eygu", men hartil, at tann meldaði eisini heldur tað og, at enda, at tað greitt kann ávísast, at nakað "ærumeiðandi" finst í setninginum, tá semantiskt greinaður.

"Sosialistiskt" er ikki nakað negativt - tvørturímóti; ikki eingongd "sosialdemokratiskt" er tað - soleiðis ordiligt.

"Knetti" er nakað, tú etur, og eru ikki neyðturviliga altíð hvít, og tað eru norðurkoreanar eiheldur - hvítir, altso; og trupult er at ávísa nakra tilætlaða æruskemming ímóti nøkrum bólki av fólki.
Og tað er jú tað, ein sonevnd ærumeiðing mótvegis bólkum ella minnilutum, eliterum ella ei, talufrælsisskerjandi 266b snýr seg um.

Bindiklubbar eru fyri konufólk, Eidesgaard, og samleiki er nakað, tú útinnir inneftir, ikki sum liður í einum sjálvsprofilerandi fantast-projekti.