Eg eiti Kristian Joensen og eg bjóði meg fram á Lista B til byraðsvalið í Klaksvík 2012.

Tað eru fleiri orsøkir fyri at eg stilli upp, fyrst av øllum tí eg fekk fleiri fyrispurningar frá fólkið og so sjálvandi tí, eg vil byðnum og fólkinum her byr val.

Tað eru rættiliga nógv ting ið eg vil arbeiða fyri.


Íbúðir til lesandi

Økja um talið á eldraíbúðum

Nýggjan skúla á Ziskatrøð

Útbyggja Norðhavnina

Útbyggja Svimjuhøllina

Betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni á útoyggj

Og mangt annað.

Við Sambandsflokkinum við róðri er Klaksvíkin í tryggum hondum. X við Lista B

Svimjuhøllin

2012-10-25 08:35

 Vit í Klaksvík eiga í dag, mest framkomnu svimjuhøllina í landinum. Fólk kemur allastaðnis frá at vitja okkara flottu svimjuhøll og er tað deiligt fyri byin. 

Men svimjuhøllin er ikki liðug enn. Hon skal komandi 4 árini verða eitt enn betur stað. Um 4 ár kunnu vit síggja fyri okkum, at umklæðinarrúmini eru fornyggja. Tað er gjørd ein Café í høllini, eitt fitness rúm er nakað sum er rættiliga átrokandi, so okkara elitusvimjara, hava alt á einum staði. Eisini eru nakrar umvælingar av høllini og hylunum ið skulu og mugu gerast.So um 4 ár hava ikki bara tí bestu svimjuhøllina í landinum, men eisini tí bestu í ríkinum.

Kristian Joensen

Valevnið hjá Norðoya Sambandsfelag til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu