Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svimjihylur og Musikkskúli

2013-11-21 20:43

 Fegnist saman við Havnar Svimjifelag um, at býráðið vil byggja 50 metra hyl í Gundadali. Málið hevur sloppið at ligið alt ov leingi, síðani bygginevnd var sett, tí ósemja hevur verið um háttalagið, og tann setti formaðurin legði frá sær.


Havnar Svimjifelag sigur, at nú er meiriluti í býráðnum fyri at fremja málið. Tað er ikki nakað nýtt. Tað var tað longu, tá bygginevndin varð sett fyri einum góðum ári síðani. Hesa seinastu tíðina hevur spurningurin verið, hvar í raðfylgjuni svimjihylurin skuldi koma.


Raðfestingin av íløgunum komandi árini er ikki reiðiliga liðug, men í upplegginum, sum hevur ligið á borðinum, var svimjihylurin endaður uttarlaga í valskeiðnum, tí so nógv annað er á skránni. Sum tað ljóðar er hetta broytt, nú ið Havnar Svimjifelag fylti 75. Tað var fyri neyðini.


Sjáldan er kortini bara ein knútur í eini íløgutilgongd. Vit býráðslimir fingu nú ein dagin bræv frá Musikkskúlanevndini, sum óttast gongdina í málinum um at byggja Musikkskúla í Sortudíki. 


“Tilgongdin til nýggjan musikkskúla í høvuðsstaðnum hevur verið drúgv, og tí er umráðandi nú at halda fast við hetta dygdargóða uppskot, sum avgjørt verður til gagns fyri høvuðsstaðin og teir borgarar, sum her búgva”, skrivaði nevndin.


Projekteringin hevur verið í gongd eina tíð, men er steðgað nakrar dagar vegna ógreiðu um kostnað. Síðani er komin steinur oman á byrðu. Samband er íkomið millum mentamálaráðið og býráðsumsitingina um at kanna møguleikarnar fyri at hesir báðir partar hugsa Tjóðpall og Musikkskúla í eina loysn á øðrum øki hjá kommununi.


Okkum í breiða samstarvinum á Vaglinum er upplýst, at tað skal verða greitt í seinasta lagi týsdagin í næstu viku, um ein slík ætlan verður egg ella ungi.


Sigi fyri meg, at eg trúgvi ikki eitt fimmoyra upp á húsaloysnir saman við landsstýrinum. Betri dømi enn tann neyðlíðandi Venjingarskúlin finst ikki í so máta. Har eru skúlabørnini teir stóru tapararnir, tí tað hevur ikki borið til at fingið eitt líkinda samarbeiði millum ánararnar báðar um at halda og dagføra skúlan til frama fyri tey, sum húsast har. 


Verður eitt mix nú gjørt burtur úr Tjóðpalli og Musikkskúla, sum hoyra til hvør sín myndugleika, er greitt, at útlitini fyri nýggjum arbeiðsumstøðum til Musikkskúlan og hansara næmingar verða skotin langt fram í tíðina. So míni ráð eru av fleiri grundum at halda fast við tær ætlanir, sum eru lagdar um tann kommunala Musikkskúlan, og sum allir flokkar í býráðnum hava lovað høgt og heilagt til øll val í hesi øldini.

Jógvan Arge