Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svávulpinnurin í katalansku krúttunnuni

Hetta er ein sorgardagur fyri Katalonia, Spania og alt Europa. Hann er úrslitið av nationalismu og vánaligum politiskum handverki

Sjúrður Skaale

Fyri eini seks árum síðani vildu 10% av katalanum loysa frá Spania. Nú er talið yvir 40% - kanska nærri 50%.

Men tað er neyvan skeivt at siga, at hesi fólk ikki fyrst og fremst siga JA til ein katalanskan stat - tað, tey siga, at eitt NEI til spanska statin.

Eftir langa telving fingu katalanar egna stjórnarskipan í 2006. Tað var ein neyðsemja millum fleiri partar, og bæði tey mest loysingarsinnaðu og tey mest sambandssinnaðu vóru illa nøgd við loysnina. Men hetta var so tað, allir partar kundu ganga við til uttan at missa ov nógv, og stjórnarskipanin bleiv viðtikin, bæði í parlamantinum í Barcelona og av fólkinum á fólkaatkvøðu. (Valluttøkan var bara knøpp 50% - men viðtikin bleiv hon).

Men í 2010 valdu fýra av seks hægstarættardómarum í Spania at seta stórar og avgerandi partar av stjórnarskipanini úr gildi aftur. Tað var nationalistiski, spanski høgraflokkurin PP sum bað hægstarætt meta um stjórnarskipanina.

Hetta setti eld á alt - og skapti eina sterka rørslu, sum segði NEI til Spania.

Tað hevur ført til, at katalanar í dag fara á eina fólkaatkvøðu um loysing, sum fer at skapa reint kaos í landinum komandi tíðina.

Agitatiónin hevur verið hørð. Hon hevur lutvíst snúð seg um búskap, har sagt hevur verið, at katalanar rinda nógv meira til spanska statin, enn teir fáa aftur, og lutvíst um politikk, har sagt hevur verið, at katalanar hava ov lítið vald.

Men hetta snýr seg sanniliga eisini um kenslubornan samleikapolitikk. Um katalanska nationalismu øðrumegin, og spanska nationalismu hinumegin. Og tann dynamikkur, sum tá kann koma, er, sum søgan sigur okkum, sera, sera vandamikil.

Spanska stjórnin sigur, at fólkaatkvøðan er ólóglig. Tað sigur stjórnin, tí spanska grundlógin frá 1978, sum katalanar sjálvir eisini atkvøddu fyri, greitt sigur, at Spania ikki kann býtast sundur.

Tí fara nógv fólk, sum ikki ynskja loysing, als ikki á val. Og tí er mest sannlíkt, at tey sum siga ja til loysing fara at vinna - hóast tey helst eru minni parturin av fólkinum í Katalonia.

Eingin veit hvørjum tað endar við - men longu í morgun hava verið greið tekin um, at tað ber móti óskili og harðskapi.

Kundu lært av øðrum

Eftir at hava verið nógv í Katalonia eri eg ikki í iva um, at Spanska stjórnin hevur stóran part av skyldini.

Tað, sum hendi í 2010, kendist sum ein eyðmýking fyri mangar katalanar. Tí tann stjórnarskipan, sum teir høvdu fingið, hótti ikki spanska statin. Men hon gav katalanum eitt størri sjálvræði, og styrkti kensluna av, at spanski staturin eisini var teirra.

Tá stjórnarskipanin bleiv sett úr gildi, fekk tann øvuta kenslan fastatøkur á nógvum: Spania var IKKI teirra statur!

Spania var eitt einaræði í yvir 40 ár fram til 1978. Øll hesi árini vóru katalanar illa kúgaðir. Og borgarakríggið, sum førdi til einaræðið, var í stóran mun eitt kríggj millum Kalalonia og Spania.

Beiskleikin um tað býr enn í nógvum fólkum - og tí hevur hetta alla tíðina verið eitt krúttunna.

Tá fýra av seks dómarum í spanska hægstarætti settu umrøddu stjórnarskipan úr gildi, tveittu teir ein brennandi svávulpinn niður í hesa krúttunnu.

Tá spanskir myndugleikar síðani eru farnir harðliga fram móti politikarum, ið hava havt loysing sum mál, hava teir gjørt eldin - vreiðina - enn størri.

Spania kundu lært av Kanada, sum loyvdi fólkinum í Quebec at atkvøðu. Spania kundi lært av Onglandi, sum loyvdi Skotlandi at atkvøðu. Og Spania kundi, ikki minst, lært av at hyggja at viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Í staðin hevur verið sett hart móti hørðum - og tað syndarliga úrslitið fara vit at síggja komandi tíðina.

Í dag er ein sorgardagur, sum fer at hava ringar avleiðingar. Bæði fyri Katalonia, Spania - og alt Europa.