Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svar til Trónd Sigurðsson

Sum er ónøgdur við, at kommunan selur grundøki fyri annað enn kostprís.

Vit kunnu byrja við einum dømi ella einari søgu, fyri at lýsa sakina.

Kommunan eigur eitt grundøki í LítlaGili, sum táverandi eigari ikki bygdi á.

Nú/samstundis stykkjar kommunan út OmanGil.

Tú, Tróndur, og ein vinmaður fara oman á kommununa at fáa tykkum fatur á einum grundøki. Vinmaðurin trekkir eitt øki í LítlaGili fyri, upprunaliga, eini 300.000 krónur og tú trekkir eitt OmanGil fyri eini 600.000 krónur. (Bara cirkaprísir.)

Hevði tú tá havt somu meining um, at kommunan ikki skal selja grundøki til nýggjan kostprís, t.v.s. bæði fyri 600.000,- hvørt,tí kommunan so kemur at fortjena uppá tað fyrra?

Ella hevði tú kent teg órættvíst viðfarnan av kommununi?

Hetta øvilsi mugu vit sum politikkarar gera!

Tí tað er ikki lætt hjá kommunu, sum skal stuðla bústaðarbygging, tryggja borgarum, at verða líka fyri lógini, stykkja út og selja grundøki við treytum, fyri at røkka ætlaðum endamáli, fyri síðani at ‘brenna inni’ við grundøkjum, helst orsakað av treytunum.

Og her verður avbjóðingin í bústaðarpolitikkinum - at orða greiðar reglur fyri sovorðnum viðurskiftum, sum enda í ‘ingenmandslandi/innibrend grundøki’, og dagføra lógarverk, um neyðugt.

Í tí arbeiðinum høvdu vit kunna kjakast um

· at selt hesi grundøki til marknaðarprís, tá eitt ávist tíðarskeið er farið, í løtuni, við vinningi

· fyri kostprís á ígongdverandi/nýggjastu útstykkingunum, í løtuni, við vinningi

· fyri upprunakostprís av táverandi útstykking (hvørki vinning ella tap) ella

· sum vit gjørdu í ringu tíðunum, - ikki tikið grundøki aftur, men ístaðin slaðkað uppá byggitreytirnar.     

Jú, her hava verið og eru ymsir møguleikar.

Og hevði ein leistur verði valdur, sum líkastillaði borgarar soleiðis, at prísir fylgdu tíðini, og gav kommununi søluvinning, kundi sølutapið, sum helst eisini kemur tá tíðirnar venda og blíva verri, verði mótroknað í vinninginum. Eitt slag av korrektivkonto.

Og nú tosa vit um lutfallsliga fá grundøki,- í flestu førum gongst sum ætlað, keypt og bygt.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.