Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svar til Gunvør Balle

2013-08-10 22:39

Skopun hin 9 sugust 2013

Eg læs grein hjá Gunvør Balle, eg skal sum so ikki blanda meg uppí hvat onnur halda og gera, men eg haldi at eitt gott uppskot var, at tú til dømis, góða Gunvør, flutti til útjaðaran í Føroyum og fann útav hvussu vit liva.

Tað kundi vera at tú var 1 mðr úti í Skúgvi so slapp tú at royna Silberan, kanska 1 mðr í Dali og roynt Dalslíð / Sandslíð og Skopunarfjørð. Ynskiligt var, at tað var í Januar mána.

Tí sum tú sigur sjálv, at tosa um tunnil er ókløkt.

So minnir handan kvinnan, sum býr í Tórshavn, okkum á at vit heldur skula hugsa um skúlar. Eg skilji hana so, at tað gera vit ikki.

Men tað gera vit, tí vilja vit hava tunnil / fast samband.

So minnir hon okkum á, at vit hedur skula arbeiða fyri fólkavøkstri.

Tað gera vit Gunvør, tí vilja vit hava tunnil, nettup fyri at fáa fólkavøkstur.

Síðani sigur Gunvør, meira mentan, tað gevur gerðandisdegnum meiri innihald.

Men frekt av mær at blanda meg uppí mentaðanar serfrøðingina úr miðstaðarøkinum.

Ella sum Gunvør sigur, lati okkum heldur fáa búðstaðir.

Jú nettup við einum tunnli til Sandoy, fær tú fleiri búðstaðir sera bíliga og so er tað bert 15 min frá hjartanum í Føroyum.

Syndarligt at tú dugir so illa at seta teg inn í okkara viðurskiftir.

Suðurøkið í Føroyum er um at kollsigla.

Um Varðin Pelagic ikki var komin í Suðuroy, sum ein frelsandi eingil, ja so var støðan verri í Suðuroy enn í Sandoy.

Suðuroyingar hava sama túratæl við Smyrli í dag, sum fyri 100 árum síðani.

Men hetta skilir Gunvør Balle ikki, sum býr í hjartanum í Føroyum.

Vælsignaða, hugsa ikki bara um tykkum sjálvi og tykkara, men hugsi samhaldsfast, tí vit gjald líka nógv til samfelagið sum tit.

Tí skuldu vit havt sama sætt, sum tit.

Vinarliga

Gerhard Lognberg

Løgtingsmaður