Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svar frá kommunala eftirlitinum

2019-03-28 07:21
Eg havi nú fingið svar frá kommunala eftirlitinum viðvíkjani kæru um býráðsfundin í november, tá eg varð koyrdur úr øllum nevndum.

Eg meti, at eg havi fingið viðhald í øllum punktum. Tó vildi kommunala eftirlitið ikki ógilda fundarsamtyktina, tí at kommunustýrið kann jú halda ein fund, sum er lógliga fráboðaður og síðan skriva tað, sum hendur á fundinum í gerðabókina og samtykkja tað, sum teir á órættan hátt samtyktu í november. 

Niðurstøðan hjá kommunala eftirlitinum er hendan:
Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at tað hevði verið rættast, um tað stóð í gerðabókini, hvørjar nevndir talan var um og at talan var um val til allar nevndarsessirnar. Harafturat metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at tað hevði verið rættast at skriva varð í gerðabókina, at atkvøðugreiðsla fór fram um at fáa málið á skrá til fundin. Heilsu- og innlendismálaráðið ger tó ikki meir við málið, vísandi til, at hetta eru formlig mistøk, sum ikki høvdu ávirkað samtyktina. 

Í brævinum hjá kommunala eftirlitinum stendur eisini:
Kommunan hevur greitt frá, at allir kommunustýrislimirnir atkvøddu fyri, at eitt brádliga ákomið mál, sum ikki stóð á skránni, kundi viðgerast fyrst á kommunustýrisfundinum. Hinvegin stendur einki í gerðabókini hesum viðvíkjandi. 

Hetta er ikki rætt, og tað vita bæði áhoyrarar og kommunustýrislimir (mín viðmerking). 

Síðan heldur brævið hjá kommunala eftirltinum áfram:
Vísandi til, at tað ikki er ein gildistreyt fyri einari samtykt á kommunustýrisfundi, at samtyktin er førd í gerðabókina, so ger Heilsu- og innlendismálaráðið ikki meir við málið.
 

Tá tað er sagt, so fer Heilsu- og innlendismálaráðið at heita á Runavíkar kommunu, um at bera so í bandi, at slíkar samtyktir framyvir verða førdar í gerðabók. 

Sum tit síggja, so hevur gerðabókin óalmindiliga lítið virði (mín viðmerking). 

Hetta til kunning til øll, sum hava áhuga í málinum. Eg vil somuleiðis takka fyri stóra stuðulin frá fólki í allari kommununi. Eg fari framhaldandi at royna mítt besta fyri at rætta mannagongdir í kommununi.

Jonhard Danielsen
Býráðlimur Runavíkar kommunu