Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sukurmolar

2020-06-12 22:31

Setti meg, eins og nógv onnur, at hyggja eftir Dagur og Viku hóskvøldið 11. juni. Mín áhugi bleiv beinanvegin vaktur, tá tíðindamaðurin segði, at eitt av innsløgunum í sendingini fór at verða um tunnlarnar norð um fjall.

Hevði hoyrt um frágreiðingina frá Rambøll, har fakkunnleikin staðfestir, at umframt at tunnlarnir eru lágir, smalir og ótíðarhóskandi, eisini potentielt eru lívshættisligir, tí grót stendur at leypa. Hetta er fyri so vítt eingin nýggjheit fyri okkum, sum javnan koyra gjøgnum tunlarnar. Flestu okkara hava sæð størri ella minni mongdir av gróti á koyribreytini í tunnlunum, men nú er hetta staðfest av serfrøðini, og er hetta ikki bara ein pástandur frá okkum, sum nýta tunnlarnar.

Fram á skýggjan kom nú Sigurd Lamhauge, stjóri fyri Landsverk, og tíðindamaðurin byrjaði samrøðuna, har hann spurdi inn til frágreiðingina frá Rambøll.

Sat sum kánus.

Har stóð stjórin fyri Landsverk, ábyrgdarhavandi fyri føroyska undirstøðukervinum, og bakatelliseraði trupulleikan við gróti, sum dettur undan loftinum í tunnlnum. Kallaði tað sukurmolar, sum dryssa niður. Beint undan samrøðuna við Sigurd Lamhauge høvdu vit hoyrt mann, sum býr í Hvannasundi greiða frá, hvussu hann og familjan mundu komi heilt illa fyri, tá 2 tons av gróti duttu niður á koyibroytina í Árnafjarðartunnlinum.

At stjórin í Landsverki løtu seinni samanber hetta við sukurmolar, er sera særandi. Altso, hvat billar maðurin sær inn? Bleiv so ill, særd og firtin, at tað eru ikki orð fyri tí. Heldur stjórin í Landsverki, at íbúgvarnir eystan Múlan gera vart við trupulleikan í tunnlunum til stuttleika. Tann ræðandi sannleikin er tann, at um vit øll lótu fornuftina sleppa at ráða 100%, so høvdu vit slettis ikki hætta okkum at koyrt gjøgnum tunnlarnar. Tað er bert við einari stórari nøgd av fortreinging, at vit megna at blíva við at koyra gjøgnum tunnlarnar.

Tað er bert fáir dagar síðan, at dóttir mín, sum skjótt fyllur 18 ár, og tískil fer at fáa koyrikort, spurdi meg. Altso, hvat eru fólk, sum koyra gjøgnum tunnlarnar so bangin fyri, vænta tey at tunnlarnir fara at detta omanyvir tey? Steðgaði líka á, áðrenn eg svaraði henni. Tí ja, tað er tað, eg innast inni eri bangi fyri. So bangin, at eg tori ikki at seta orð á tað. Vildi ikki ræða hana, og svaraði tí bert við einum veikum hmmm.

Nógv fyri, at eg, sum varði av borgarum og mínum børnum, ikki tori at siga hvør í óttin í veruleikanum er, og at mín ótti er undurbygdur av servitan – Rambøll. Tí vit hava ikki nakað annað samband við umheimin enn tunnlarnar. Fái hendurnar upp úr lummanum og syrgið fyri, at gera eina trygga farleið norður um fjall - heldur í dag enn í morgin.