Súkklugøtur og gongugøtur

2012-10-27 16:27

Tvey mál, sum vit eiga at seta okkum, er at útbyggja netið av súkklubreytum og gongugøtum.


Netið av gongugøtum í Havn er rættiliga gott og til ber at ganga ella renna sær ein túr rættiliga nógva staðni uttan at skula renna við síðuna av larmandi bilum og í bilosi.

Gongugøtur eru inni í Havnini, har bilar ikki fáa koyrt og gangast kann á vegum har lítil og eingin ferðsla er.

Gongugøtur eru eisini í náttúruvøkrum økjum, so sum í plantaguni, í Hoydølum niðan undir Svartafoss og gøtur eru eisini frá Hotel Føroyum út á Norðasta Horn.

Sjálv sakni eg tvær gøtur. Tann eina kundi verið oman fyri fjøruna Úti við Strond frá Skansanum og út á Boðanes. Hin gøtan eg kundi hugsað mær, er frá Sandágerði fram við Sandá, út í Havnadal og niðan á Norðasta Horn.

Býráðið hevur seinastu árini roynt at bøtt um korini hjá teimum súkklandi, men langt er á mál. Vit í Tórshavnar kommunu eiga at hugsa eitt net av súkklugøtur eins og gongugøtur inn yvir Havnina, sum so vítt gjørligt loysir súkkluferðsluna frá bilferðsluni. Hetta viðførir tryggari súkklugøtur og tað verður eitt betri upplivilsi at koyra á einum súkklunetið, sum er frítt fyri bilar. Soleiðis fara gongufólk og súkklufólk at trívast betri í Tórshavnar kommunu.

Súkklu- og gongugøtur eiga at hugsast inn í øll øki í kommununi. Eisini í Kollafirði og hinum bygdunum.

Eg veit væl, at hetta er ein stór verkætlan sum tekur fleiri ár at útbyggja, men hava vit súkklu- og gongugøturnarnar í huga og hugsa hesar inn í allar ætlanir, tá øki skulu útbyggjast ella broytast, so koma vit einaferð á mál.

Elin Lindenskov, býráðslimur