Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Suðuroyggin skal við!

2019-06-26 10:28

Ja allir flokkar játta, at okur fáa tunnil! Men tunnilin er 10 ár frammi í tíðini og 10 ár við núverandi støðu, er deyðadómur fyri Suðuroynna!

Lappaloysnir og eitt oyra her og der er bert eitt plástur fyri, meðan okur bløða út, ung og vitan, sum ikki fær arbeiði ella trívist. Her skal bind ella skurðviðgerð til fyri at venda kósini. Ja stórar íløgur í framtíðina, sum mugu gerast innanfyri tey næstu 5 árini; ikki bara bíða eftir tunlinum.

Virðistrupulleikar
Hetta burdi havt verið gjørt fyri nógvum árum síðan, men Sambandið og Fólkaflokkurin gjørdu akkurát onki fyri okum, meðan koyrt varð í kassan hjá øðrum. Sanna andlit teirra! Javnaðarflokkurin við hinum samgonguflokkunum gjørdi so onkran mun, men tað var hetta vælsignaða plástrið, sum okur fingu, men okur bløða enn. Tá ið tunnilin er komin, sum ferð at muna, er tað ov seint, og tí má tað gerast nú!

Trupulleikin liggur einamest í virðisgrundarlagnum. At vilja bøta um støðuna, men fyri at taka fatt um hetta, mugu okur eisini kenna til støðuna. Og týdningarmest ásanna, at tað eru veruligir trupulleikar og ikki ævigt grenj frá suðuroyingum.

Trupulleikarnir
Fleiri vísa á, at burðartalið minkar, aldursamansetingin er ójøvn, fleiri fólk yvir 40 ár og færri undir.

Ferðasambandið, lívæðr okra, er óstøðug! Ja alt hetta er rætt, og bíða okur bara eftir einum tunli, versnar støðan enn meir. Havast má í huga, at Suðuroy hevur longstu fjarstøðu í landinum, sammett við onnur øki, og tað setur okum í serstøðu, ella okur kunnu eisini siga undantaksstøðu. Hvussu fáa okur so vent hesum?

Útbúgvingaroyggj og arbeiðsmarknaðardepil
Íløgur mugu til, tí ótryggleikin má burtur, og arbeiðið má skapast. Ein útbúgvingaroyggj, sum ein ætlan, er ein munandi loysn, men tað krevur, at stórar íløgur verða gjørdar í t.d. eftirskúla, útnorðurskúla, háskúla og nýggjar útbúgvingar á Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta er við til at skapa arbeiðspláss, sum krevja fólk við hægri útbúgvingum, samstundis sum ung her á landi og uttanlands frá kunnu støðast. Eitt næmingaheim er tískil eisini neyðugt við atlit til eina útbúgvingaroyggj.

Við hesum kunnu okur skapa tíggjutals nýggj arbeiðspláss og størv til tey, ið tey, sum nýliga eru útbúgvin, kunnu søkja um. Men hetta verður eisini ein møguleiki at skapa varandi og støðug arbeiðspláss. Samstarvsmøguleikar innan útbúgving, fjarlestur og gransking innan fiskivinnu eru uppløgd øki at menna samstundis við hesum íløgum.

Samstundis, so er tørvur á, at ein arbeiðsmarknaðardepil verður stovnsettur og hví ikki her suðuri?

Helmingurin av øllum løntakarum her suðuri eru verkafólk og um fjarstøðan til Suðuroyar ikki er nakar trupulleiki, sæð í eygum teirra norðanfyri Skúvoy, vís tað í verki! Um ikki annað flyt leiðslu og stovn suður og hav smærri deildir norðanfjørðs. Arbeiðsloysi er metlágt, men nýggjar tíðir krevja nýggir førleikar og tí mugu okur kunnu veita verkafólki útbúgvingar ella skeiðsskipanir, sum førleikamennir tey til tær avbjóðingarnar, sum eru á framtíðar arbeiðsmarknaðinum.

Smyril og Skotlandsleiðin
Næstan allir flokkarnir játtaðu eina Skotlandsleið, tá fólkafundurin var í SALT. Smyril má hava avloysaraskip, og siglingin má vera trygg og støðug, so at tað er tíðarhóskandi og gagnligt fyri suðuroyingar og føroyingar alra! Tað skal ikki verða ein trupulleiki at ferðast ímillum, tí mugu skipanir í verk, sum bøta um tíð, títtleika og tænastu av farleiðini. Somuleiðis skal ferðasambandið bøtast munandi millum Smyril og bussar til onnur støð, og har verður eisini hugsað um fráferðir hjá flogførum. Suðuroyingar hava langstíðan vant seg við umstøðurnar, har okur mugu bíða, men tá ið tað sker ein dag um árið, í samband við jóansøkuna, er ramaskríggj frá fólki norðanifrá.

Tá ið Smyril skal á beding, so má annað skip røkja leiðina, og skilaleyst er at sita við óvissu um, hvat fyri skip okur fáa ár eftir ár. Tí sum vant fáa okur eitt minni sjógott skip sett í sigling, og okra møguleikar at ferðast av oynni verða sett í bíðustøðu.

Avloysaraskipið má eisini sigla til Skotlands! Hetta økir um farmaflutning í Suðuroy og ferðafólkasambandið í Suðuroy. Tað økir um allar møguleikarnar hjá okum her suðuri og eisini í restini av landinum! Fyri ikki at snakka um møguleikarnar hjá vinnulívinum at kunna útflyta og innflyta úr Bretlandi.

Okur kunnu ikki taka hædd fyri privatu vinnuni, sum rópar varskó um almenna uppíblanding í hesum føri, tí tá gamli Smyril gavst sína sigling á sinni, gav tað yvirskot, men tað var fyri 20 árum síðan.

Ongin hevur skoytt um hesa leið øll hesi ár, og tað fer valla nakar at gera 10 ár fram í tíðina. Nú er nokk bíðað! Somuleiðis skal sigast, at hvørja ferð partar av Strandferðsluni verða privatiserað ella ein nýggjur tunnel verður boraður, er virksemið viknað og tænastustøðið munandi lægri. Íløgur mugu gerast, so at Standferðslan fær keypt eitt skip til leiðina.

Jeg vil arbeiða fyri eini nýskapandi Suðroyarætlan, sum veruliga munar fyri Suðuroyingar og Suðuroynna!

Jens Arni Leo Hammerfoss,
valevni fyri Javnaðarflokkin