Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Suðuroyartunnilin má á landspolitisku dagsskránna nú!

Seinni í ár verður farið undir eina verkætlan, sum er sera avgerandi fyri framtíðina í Sandoynni. Talan er sjálvandi um Sandoyartunnilin, sum farið verður undir at bora seinni í ár.

Við hesum verður Sandoyggin, sum hevur verið merkt av niðurgongd í nógv áratíggju, knýtt at meginøkinum, og allar fortreytir hjá borgarum, vinnulívi, felagsskapum og kommunum verða grundleggjandi broyttar.

Frá umstøðum, sum eru avmarkaðar av, at sambandið um Skopunarfjørð verður røkt av Teistanum, til umstøður, har tað fara at verða eini 15 minuttir í bili úr Sandoynni til Havnar. -Og ikki at gloyma, tú kann fara allan vegin júst tá tú hevur hug, uttan bíðitíð í Skopun ella á Gomlurætt, og uttan “bíðitíð” á 30 minuttir, meðan siglt verður um Skopunarfjørð.

Tá Sandoyartunnilin er liðugur í 2022, er Suðuroyggin einasta stóra økið í landinum, sum ikki hevur fast samband til meginøkið.

Veruleikin er eisini tann, at eins og Sandoyggin, stríðist Suðuroyggin við stórum avbjóðingum! Avbjóðingar sum einamest standa av, at vit í Suðuroynni ikki hava “atgongd” til tann spennandi fjøltáttaða arbeiðsmarknaðin í miðstaðarøkinum.

Manglandi atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum er eisini høvuðsorsøkin til m.a.

  • at arbeiðsloysið í Suðuroynni hevur verið tvífalt tað, sum arbeiðsloysið er í restina av landinum
  • at inntøkurnar hjá fólki í Suðuroynni eru væl lægri enn inntøkurnar hjá fólki í øðrum pørtum av landinum
  • at kommunurnar í Suðuroynni hava havt lítlan og ongan inntøkuvøkstur í persónsskatti, tá samanborið verður við kommunur í meginøkinum

Ikki minst, so hevur manglandi atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum havt sera stóra ávirkan á gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni.

Fólkatalið stendur í stað. Lutfalsliga verða tað ár um ár alsamt fleiri eldri í Suðuroynni, samstundis sum barna- og ungdómsárgangirnar minkað.

Hetta eru alt veruleikar, sum eru púra alment kendir í landspolitisku skipanini!

Tá umræður at skapa framburð og menning, er lítið at ivast í, at Suðuroyartunnilin er ein hin týdningarmesta íløgan fyri at skapa framburð og menning í Suðuroynni.

Nú samgongan situr við fíggjarkørmunum fyri árið 2019 er tí eisini alneyðugt, at peningur verður settur av til at fáa veruliga gongd á Suðuroyartunnilin.

Øll verkætlanin kring Suðuroyartunnilin má verða klár at seta ígongd í 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Tað vil siga, at bæði linjuføring, allar neyðugu kanningar av hvør linjuføring er best, og sjálvur fíggingarleisturin má verða púra greiður í góðari tíð áðrenn 2022. Tí sum framhald av Sandoyartunnlinum má borast tunnil til Suðuroyar.

Tíðin rennur undan!

Ikki bara fyri at náa 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Men eisini fyri at geva Suðuroynni og fólkinum, ið her býr, javnbjóðis umstøður at virka og liva undir.

Landsins leiðsla - løgmaður, landsstýrið og samgongan - má taka hesa avbjóðing og uppgávu í størsta álvara og seta Suðuroyartunnilin á landspolitisku dagsskránna nú. Suðuroyggin kann ikki bíða longur!

Dennis Holm