Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Klæmint H. Isaksen

Suðuroyar Sjónleikarafelag takkar

Klæmint H. Isaksen (f. 1. Oktobur 1977)

Klæmint er upprunaliga frá Norðagøtu, har hann vaks upp næst elstur út av 4 sysktin. Hann er føddur 1. Oktober 1977.

Pápi hansara er dani, men flutti tíðliga í 70’inum til Føroyar, har hann bleiv sjómaður.

Mangar hava yrkisleiðir hansara verið gjøgnum tíðina, og eins og mangir ungir føroyskir menn, so hevur Klæmint eisini roynt sjólívið eins og pápin.

Klæmint hevur altíð trivist best í tí skapandi umhvørvinum, enn tí akademiska, so hansara áhugið innan leik hevur altíð verið tilstaðar. Hann fór tó á Fróðskaparsetrið at lesa námsfrøði, men møtti fyrrverandi unnustu í Íslandi, og flutti síðan til Íslands í 2012 fyri at lesa námsfrøði liðugt. Men eftir eina tíð, fór hann frá námsfrøði, og byrjaði uppá Sálarfrøði.

Meðan hann las sálarfrøði í Íslandi, byrjaði hann at arbeiða í Tjóðleikhúsinum. Her vaks hansara áhugið innan leik, og hann valdi heldur leik ístaðin fyri sálarfrøði.

Í Tjóðleikhúsinum arbeiddi hann sum pall-sniðgevið, leikstjóri og hevði sjálvur leiklut í ymiskum leikum. Hann sigur seg verða fyrst og fremst; sjónleikari, síðan pall-sniðgevið og so leikstjóri.

Fyri at gjalda rokningar, so hevur hann havt ymisk arbeiðir við síðuna av, men alt innan ta kreativa økið. Hann hevur arbeitt við at gera búmerki til skeltir, sniðgivið klæðir og montera bilar. Honum dámar sera væl at arbeiða við hondunum.

Hann hevur altíð eitt bein í hvørjum landi, og sigur seg verða sum ein sigøjnari. Hann ferðast allatíðina, og veit ongantíð heilt vist, hvar hansara næsta arbeiði liggur ella, sum hann sjálvur málber seg, “eg veit ikki nær eg má hála pelarnar upp og seta teir niður í eitt annað stað”, og hetta dámar honum sera væl. Við hesum, kann hann átaka sær allar uppgávur hann hevur hug til, uttan at verða bundin at einum arbeiðsplássi. Hann ferðast nógv millum bústaðin í Reykjavík og Føroyar, og hevur verið við til at skapa nakrar fantastiskar karmar til tær stóru leikir her í Føroyum. Nevnast kunnu “Pettson og Findus” har hann saman við Nicolaj Falck arbeiddi við pall-sniðgeving. Eisini var hann pall-sniðgevið og virkandi hjálpar leikstjóri til tann vælumtókta leikin ‘Alo, Alo’ saman við Súsannu Tórgarð.

Eisini hevur hann havt høvuðsleiklutin í stuttfilminum hjá Heiðrik á Heygum, Dalur. Her spældi hann ein taxa-førari, sum berur uppá eina tunga byrju. Hann sigur, at høvuðspersónurin í filminum er als ikki soleiðis hann er sjálvur. Hansara útstráling er meiri feminim enn maskulin.

Ein av hansara størstu litinskapum er at gera mat. Honum dámar sera væl at gera lekran og leskiligan mat. Hann hugleiðir aftur til Grikkar, sum komu við tí víðakenda orðatakinum; tvey tey mest týdningamiklastu tingini í lívinum, eru, góður matur og sjónleikur. “Summi eta fyri at liva, meðan eg livið fyri at eta. Og tað er bæði andaliga eins og likamliga matna. Mær dámar tað so ræðuliga gott. Eg elski tað eg geri. Tað er sera gott at fáa likamliga eins og andaligan matna.”

Fyri hann, eftir at hava arbeitt við fólkið, sum gera sjónleik fyri peningin og so við fólki sum gera hetta fyri reinan áhuga, so er ein sera stórur munur á hvussu hann kann læra frá seg, og hvussu fólk taka hansara lærdóm til sín. “ Tað er ein stórur munur at arbeiða við lærdum fólki og so ólærdum. Tú merkir beinavegin, hvør ger hetta fyri reinan áhuga. Og, at tey leggja so nógva tíð og orku í nakað, tey ikki fáa reiðan pening fyri, men bert upplivilsir, tað er fantastiskt. Tað er ein gáva í sær sjálvum.”

Tá hann bleiv spurdur, um hann kundi standa á odda við at skipa fyri eina kabarett her suðuri, tá var hann búsitandi í Reykjavík. Hann skuldi koma heim til Føroyar slakar 2 mánaðir eftir, og so skuldi alt setast í gongd, tí hann skuldi bert verða her í 1 mánaða. Men meðan hann situr í Reykjavík, so hevur hann ikki nakrar tankar, um hvat hann kann forvænta sær. Hann kennur ikki fólki, hann veit ikki hvør kemur, og hann veit ikki hvat fólk kunna. Hann visti umstøðurnar hjá Salt vóru fantastiskar til at kunna gera ein góðan leik. So hann kom heim óvitandi. Men hann hevur altíð stór mál. Hann arbeiðir nógv í huganum. Hann hugsar nógv um hugskot, hvat skal hvar, hvør skal hvat osv., so ikki altíð er tað nemt at vita júst hvat tað er, sum hann vil hava.

Hann og Ólavur Rasmussen hava havt eitt sera gott samstarv hesar 3 mánaðir, at teir eru nú í gongd við at útvikla eitt nýtt samstarv. Júst hvat tað fer at vera, má fólkið bíða eftir.

Nú hevur hann verið her í 3 mánaðir, og honum hevði ikki trúð, at tíðin gekk so skjótt. Kabarettin er sum vera man liðug, men hevur fingið sera góða undirtøku frá fólki, so hansara arbeiði við Suðuroyar Sjónleikarafelag er liðugt, fyri nú.

Vit takka fyri eitt gott samstarv og eina ríka uppliving, og vóna, at hetta ikki verður seinastu ferð, vit samstarvast um ein leik.


Vegna Suðuroyar Sjónleikarafelag

Mariann, Elisabeth & Marcus