Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stýrið hevur ikki fingið kærur um kringvarpsstjóran

Vísandi til greinarøð í VikuskiftisSosialinum skal eg hervið staðiliga afturvísa, at starvsfólk í KvF hava kært stjóran til kringvarpsstýrið. Sosialurin sigst hava fingið fatur í tveir teldupostar frá tíðindaleiðaranum til stýrisformannin. Í báðum føri verður tilskilað, at talan er um kunning og ikki at skilja sum kærur.

Fyri fýra vikum síðani vendi Barbara Holm sær til undirritaða við spurningum um gegnistrupulleika hjá kringvarpsstjóranum og pástandi um innanhýsis stríð í KvF. Eg vildi ikki gera viðmerking, men vísti journalistinum til kringvarpsstjóran. Journalisturin spurdi ikki um klagur yvir stjóran til kringvarpsstýrið. Tí er tað skeivt, tá Barbara Holm í almennum skrivi í kvøld sigur stýrisformannin hava fingið høvi til at viðmerkja “klagur, sendar kringvarpsstýrinum”. Klagur, sum ikki eru til.

Grundarlag er sostatt ikki fyri yvirskriftini í VikuskiftisSosialinum um klagur um stjóran. Skeivleikin blívur ikki rættari av at blíva endurtikin alment í svarskrivinum hjá Barbaru Holm í til Ivan Niclasen, redaktør.

Vinarliga
Rúni Heinesen,
formaður í kringvarpsstýrinum