Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stuðulsyvirlýsing

Føroya Skipara- og Navigatørfelag vil hervið siga frá, at felagið tekur fult undir við og stuðlar Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum í tess verkfalli og krøvum um betur lønarsømdir og treytir.

 Føroya Skipara- og Navigatørfelag átalar, at gjørdar lønaravtalur hjá Starvsmannafelagnum skal vera lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag virðismetir tað stóra arbeiði, sum okkara sjúkarøktarfrøðingar og alt starvsfólkið í almannaverkinum fremur trivnaðinum í Føroyum at frama. Fíggjarliga gongdin og vælferðin í Føroyska samfelagnum heimilar, at nú er stundin komin, at hesir lønarbólkar fáa virðilig lønarviðurskifti.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag heitir á Fíggjarmálaráðið, um at sýna stórsinni yvirfyri teimum, sum skapa bleytu virðini í samfelagnum.

Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
formaður