Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stuðulsskriv

Føroya Skipara- & Navigatørfelag vil við hesum staðiliga mótmæla, at ein almennur stjóri, sum í hesum føri er stjórin í Almannaverkinum, hóttir við persónligum avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog, í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Ein slík útsøgn er óhoyrd í einum siviliseraðum samfelag, sum Føroyar eru. FSN heitir á Edvard Heen um at vísa respekt og virðing fyri tí frælsa samráðingarrættinum.

Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Føroya Skipara & Navigatørfelag vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul, til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi.

Vegna Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð,
formaður