Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stuðulsskriv til Ljósmøðrafelag Føroya

Fakfelagssamstarvið vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Ljósmøðrafelag Føroya í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála.

Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um at vísa samráðingarvilja og aftur at seta seg við samráðingarborðið saman við ljósmóðrafelagnum, tað er har, ið loysnin eigur at finnast.

Við fakfelagskvøðu

Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, AKF og Havnar Arbeiðskvinnufelag