Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Stríðið í Gazageiranum

2014-07-21 18:19

Undir eini grein á Portalinum sunnudagin 20. juli við yvirskriftini

"Talið á dripnum hækkar munandi í Gazageiranum" er ein viðmerking, har sagt verður: "Við mínum kunnleika til søgu renna mær í huga hugtøk sum Lebensraum, Endløsung og ikki minst Gettoin í Warsawa".

Nú veit eg ikki at siga, hvussu viðkomandi lesur søguna, men eitt veit eg at siga honum, og tað er, at øll tey dømini, hann nevnir, eru vend á høvdið. Hugtakið Lebensraum verður brúkt um víðkanina av tí týska ríkinum eystureftir undir seinna heimsbardaga.

Endløsung er nýtt um týningina av jødunum í Europa undir seinna heimsbardaga, har o.u. 6 milliónir jødar vóru týndir. Um Gettoina í Warsawa kann sigast, at múrarnir vóru gjørdir í apríl 1940. Har vóru polskir jødar úr Warsawa og umráðunum nærhendis innibyrgdir. Hildið verður, at nærum ein hálv millión jødar vóru innibyrgdir har. Teir flestu vóru sendir í týningarlegur. Í 1943 gjørdu teir síðstu jødarnir í Gettoini uppreistur. Gettoin var jarðløgd, og teir síðstu jødarnir vóru sendir í týningarlegur.

Ein roman eftir Leon Uris, "Mila 18", ið er bygd á veruleikan, sigur frá hesum.

Fyri fáum árum síðani læt Israel valdið í Gaza frá sær sum ein part av avtalu um frið við PA. Nøkur ár seinni fekk Hamas valdið í Gaza, og hevur tað stórt sæð ikki verið friður síðani. Teir halda á at skjóta rakettir inn í Ísrael, og úrslitið er, at Ísrael má svara aftur. Rakettirnar, sum nú verða nýttar, eru størri og røkka longri, ja, heilt til Tel Aviv og Jerusalem. Stuðul til at gera hesar rakettir fáa teir úr Iran. Ísrael steðgaði fyri eini tíð síðani einum skipi við nógvum rakettum, sum skuldi til Gaza.

Tað er syrgiligt, at tey óseku líða undir hesum stríði, men verður ein áhaldandi álopin, sum Ísrael verður í hesum føri, so er neyðugt at verja seg. Ísrael læt eisini fyri stuttari tíð síðani nógvar fangar leysar (fleiri av hesum við blóðdálkaðum hondum), sum part av samráðingum um frið, men tað sær ikki út til, at nakað er nokk fyri Hamas. Nú krevja teir fleiri fangar leyslatnar og eina langa vápnahvíld. So kunnu teir brynja seg av nýggjum.

Heri av Reyni