Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Strekkmarsjurin hjá Sjúrði Skaale – ein hjálpandi hond til kroysta danska stjórn ?

2013-08-08 22:43

Í greinini “Skal øll tjóðin ganga í strekkmarsj í sildastríðnum” í miðlunum um dagarnar ger fólkatingsmaður Javnaðarfloksins nógv burturúr at seta spurnartekin við rættin hjá okkum til tann part av sildakvotuni sum nú liggur á borðinum.

<b>Snildur vinkul</b>

Fólkatingsmaðurin er ikki óroyndur í mongum leiki, og heldur ikki í fjølmiðlaleiki, og við einum longum inngangi ger hann m.a. greitt, at hann sum fólkatingsmaður vil umboða almennu støðu Føroya mótvegis útlendskum myndugleikum, og at ES sum “fíggindin” hevur “hevur sjóðað fólkið saman”. Síðan ger fólkatingsmaðurin tó greitt at vit mugu ikki lata vera við hyggja inneftir og seta okkum sjálvum nakrar spurningar. Síðan koma ein røð av spurningum; hví krevja 17 %, eftir at vit í fleiri ár hava kravt 5 %? Hvat hava vit lagt fyri hini strandalondini í samráðingunum? Hvør var tilráðingin frá Uttanlandsnevndini? Hvar eru aliansurnar við onnur lond ?

<b>Umboðar donsku stjórnina</b>

Tað er ikki long tíð síðan at danski forsætisráðharrin var á vitjan í Føroyum. Øll minnast at tað javnt og samt bleiv gjørt greitt at Danmark einki hevði við ósemjuna millum Føroyar og ES at gera og at danska stjórnin gjørdi alt fyri at “hjálpa Føroyum”. Tað sama hevur verið at hoyrt og lisið uppí saman. Tað skal ikki serlig stór innlit inn í samfelagsviðurskifti ella í viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyri at ásanna, at fólkatingsmaðurin umboðar fult og heilt donsku sjónarmiðini í síni grein og sínum royndum at flyta fokus. Ikki so løgið, tá hann er avgerandi atkvøðan undir donsku stjórnini. Endamálið er greitt: Danmark og danska stjórnin skal fáast burtur úr hesari ósemjuni – og hvussu verður tað gjørt? Jú, tað er at venda kanónini inneftir og seta spurningar sum hava eittans endamál: At seta ljóskastaran á føroyskar myndugleikar, Føroya Løgting og samráðingarfólk okkara beint undan, at avgerandi samráðingar skulu vera. At Sjúrður enntá tekur ein standardsetning úr strandalandaavtaluni higartil og brúkar tað til at sáa iva um føroysku krøvini, er sera villleiðandi. Hesin teksturin úr avtaluni er vanligur og hevur staðið leingi. Tað merkir als ikki, at Føroyar ikki hava rætt til samráðingar um nýtt býti.

<b>Hvørt til sína tíð!</b>

Eg vil ikki við hesum siga at vit ikki skulu seta spurnartekin við okkara egnu avgerðir ella lata vera við at vera kritisk, als ikki. Og Sjúrður Skaale veit betri enn nakar, at Tjóðveldi, andstøðan og eisini øll Uttanlandsnevndin hevur havt sera greið boð til landsstýrið um strategi, fyrireikingar og ikki minst alliansurnar við onnur strandalond. Men hví Sjúrður nú vendir kanónunum og sigur seg hava verið “loyalan higartil” er heilt óskiljandi. Hetta er ringast hugsandi løta at barsla við einari grein sum bara kann geva okkara mótstøðu parti minsta møguleikan at vísa á at vit í Føroyum ikki standa saman kortini, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður er ikki hvør “hanus og janus”. Tá støðan er sum hon er skal mótparturin bara fáa ein møguleika at fanga okkum á skeiva beininum, og tann møguleikan hevur fólkatingsmaður Javnaðarfloksins givið ES, Noreg og Skotum. Tað verður jú fylgt væl við frá okkara mótpørtumm hvat sagt verður í Føroyum.

<b>Hví ikki samstarva?</b>

Allir teir spurningar, sum Sjúrður nú kemur við sum ketta burturúr høvdatroði, eru væl og virðiliga viðgjørdir – eisini av hansara egna floksformanni í uttanlandsnevndini. Og Sjúrður kundi umvegis sín flokk arbeitt seriøst við teimum, sum onnur hava gjørt. Men hann velur at fara út í almenningin við tí, og tað kann ikki gagna okkara samráðingarstøðu yvirhøvur. Tað kann bara gagna egnari profilering og at flyta fokus. At hann so kemur við so óunniligum orðalagi sum “strekkmarsji” fær meg bara at undrast enn meira. Tí teir veruligi spurningarnir, sum Sjúrður Skaale hevur bestu atgongdina at seta, men sum hann ongantíð hevur sett alment eru: Tá ið tað var danska stjórnin, sum skaffaði ES eina størri kvotu av Norðhavssild enn Føroyar, hví hevur Danmark so onki gjørt fyri at siga, at ES má lata frá sær? Og hvørji prógv og argument hava ES og Danmark fyri, at tey hava rætt til Norðhavssild, sum ikki er í ES-sjógvi?

Áki Andreasen