Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stórur japanskur áhugi fyri Føroyum

Sólarinnar ríki kalla tey Japan, og tað kendist, sum sólin eisini skein á Føroyar, tá løgtingsins vinnunevnd vitjaði Tokyo í farnu viku. Fýra ráðharrar, tingmenn, borgarstjórin í býnum Taji og ein hópur av embætismonnum og toppleiðarum í fyritøkum hittu føroysku løgtingsumboðini.

Hóast tað kann tykjast heldur reyput at samanbera Japan og Føroyar, hava londini fleiri felags eyðkenni og áhugamál. Bæði eru oyggjalond, seta stórt álit á rættin at gagnýta havsins tilfeingi og eru ofta fyri ákoyringum um hvalaveiði. Bæði eru eisini modernað og traditionell lond í senn.

Japanarar sýna arktiska økinum stóran áhuga og leggja orku í at fremja samstarv við samsint lond um hvalaveiði. Teir eta eisini meiri fisk og sjógæti, enn teir sjálvir megna at fiska og framleiða.

Meðan japanarar flyta inn fisk frá okkum, keypa vit bilar og elektronikk úr Japan, so hóast stóra munin á fólkatalinum, er javnvágin í handli á einari leið millum londini. Men tað vigar eisini nógv hjá teimum, at vit í altjóða hvalaveiðispurninginum draga somu línu um rættin til at gagnnýta havsins tilfeingi burðardygt.

Stórfingin móttøka

Sjáldsamt er, at stórar tjóðir rulla reyðu langmottuna út fyri føroyingum, men tað gjørdu japanar so at siga. Ein orsøkin var helst, at tveir japanskir politikarar, sum hava vitjað Føroyar seinastu árini, nú sita sum ráðharrar og eru partur av sterka kjarnanum rundanum Abe forsætisráðharra og Nikai aðalskrivara í ráðandi LDP-flokkinum.

Annar teirra, Tadahiko Ito, vararáðharri í umhvørvisspurningum, hitti Poul Michelsen, landsstýrismann, vikuna frammanundan og beyð vinnunevndini til døgurða mánakvøldið. Hann stendur uttanríkisráðharranum, Taro Kono, nær, og hesin seinni var í Føroyum sum vanligur tingmaður so seint sum í vár.

Hóast uttanríkisráðharrin hevði nógv um at vera, tí Norðurkorea sprongdi eina brintbumbu, helt hann fast um ein formligan fund við føroysku nevndina. Og tað gav hvølt afturljóð bæði millum japanarar og aðrar diplomatar, sum vit hittu á ferðini, tí fjølmiðlarnir vóru til staðar, tá nevndin kom á fund.

Á fundinum tók hann upp viðurskifti um hvalaveiði, og hvussu vit kundu styrkja handilssambandið við at taka burtur forðingar. Dagin eftir lá ein fráboðan um fundin á almennu heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum. Tað var fyrsta dagføringin í fleiri dagar.

Dagin fyri vitjaði nevndin í japanska tjóðartinginum og hitti japanskar parlamentarikarar. Teir vóru allir partur av tí 100 manna stóra hópinum, sum í tjóðartinginum vísir hvalaveiði serligan ans. Á odda fyri delegatiónini stóð ráðharrin Shun’ ichi Suzuki, sum hevur evstu ábyrgd av at samskipa olympisku leikirnar í Tokyo um trý ár.

Samstarv um havsannrókn

Stutt undan fráferðini fann eg fram visittkortið frá japonsku tingkvinnuni, Yoko Kamikawa, sum vit hittu á arktiskari ráðstevnu í fjør. Hon var forkvinna í arktisku nevndini hjá japanska tinginum.

Frede Svane, ambassadørur, kendi hana og fekk í lag ein stuttan fund týsmorgunin. Eg visti ikki tá, at hon júst hevði tikið við sum løgmálaráðharri í Japan.

Vit skiftu orð um tey 17 heimsmálini hjá ST, og hon greiddi frá, at japanska stjórnin júst hevur lagt fram eina nýggja ætlan fyri havpolitikk og leggur stóran dent á heimsmál 14, sum snýr seg um at skipa viðurskiftini millum lond, so vit verja havið og lívið í havinum.

Kamikawa greiddi eisini frá japonsku luttøkuni í havrannsóknum í arktiska økinum. Nýggja føroyska havrannsóknarskipið kann skapa grundarlag fyri áhugaverdum samstarvi, tí japanarar vaksa um játtanina til tílíkt virksemi næstu árini.

Vælvild í Japan

Hóast japanska fiskivinnan er stór, innflyta japanarar eisini nógv, tí teir eta í meðal 50 kilo av fiski um árið. Skilti eg tað rætt, er Japan heimsins næststørsti marknaður fyri sjógæti. Japanarar seta strong krøv til góðsku og eru skarpir í tingingum um prís, tí kappingin er hørð, og japanski búskapurin er viknaður farnu árini, hóast hann telist millum heimsins størstu.

Í Japan verður stórt sæð alt, sum kemur upp úr havinum, virkað til matnað, og onki verður tveitt burtur. Japanarar eta eisini 300.000 tons av turkaðum tara um árið. So har er nógvur íblástur til átakið at vaksa um matvøruframleiðlsuna burturúr okkara sjófeingi.

Lítil ivi er um, at Føroyar hava eitt momentum í Japan beint nú, meðan Kone, Kamikawa og Ito sita við borðið, har avgerðir verða tiknar. Tí er rætt at smíða nú, meðan jarnið er heitt og vaksa um politiska, búskaparliga, granskingarliga og mentanarliga samstarvið millum londini.

Magni Arge , løgtingmaður