Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Støðan hjá uppsøgdu starvsfólkunum hjá Atlantsflogi

2021-03-10 14:06

Støðan hjá uppsøgdu starvsfólkunum hjá Atlantsflogi

Flogferðslan um allan heim hevur merkt sviðan av koronu, og Føroyar eru einki undantak. Áðrenn jól varð eykajáttan latin Atlantsflog á 100 mió.kr.,tí fíggjarliga støðan hjá felagnum var sera trupul. Eitt samt Løgting tók undir við eykajáttanini.
Frammanundan hevði Atlantsflog sagt eini røð av starvsfólkum úr starvi. Tí vóru eisini viðmerkingar í álitinum hjá Fíggjarnevndini frá umboðunum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um støðuna hjá uppsøgdu starvsfólkunum. Víst varð á, at tað varð mett at kosta felagnum áleið 500 tús. kr. at latið uppsøgdu starvsfólkini fingið møguleika at tikið tey skeið og annað, sum eru neyðug fyri at fáa ymisk skjøl og loyvi til tess at kunna varðveita teir førleikar og tey krøv, sum arbeiðið setir.
Umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum mæltu í álitinum til, at hetta varð gjørt, og til 3. viðgerð varð eisini sett fram eitt broytingaruppskot um at játta 500 tús. kr. afturat til júst hetta endamálið, men hetta broytingaruppskotið fall. Tað sæst eisini í miðlunum, at onnur útlendsk flogfeløg í líknandi støðu hava gjørt hetta, m.a. SAS.
Vónandi er koronukreppan við at hasa av,og flogferðslan á veg uppaftur. Tá kann tað vera ein fyrimunur at hava starvsfólkini tøk aftur, og at tey eru ajour við skeiðum og øðrum, ið millum annað mekanikarar og flogskiparar regluliga skulu hava fyri at varðveita teir førleikar, sum skulu til fyri at røkja størvini.
Tí havi eg sett Jørgen Niclasen landsstýrismanni hesar spurningar.
1.Hevur Atlantsflog borið so í bandi, at uppsøgdu starvsfólkini í felagnum hava havt møguleika at fingið endurnýggjaðteyymisku loyvi, skjølo.a.,sum eru neyðug fyri at varðveita teir førleikar, sum skulu til fyri at røkja størvini?
2.Um ja, hvussu nógv fólk er talan um?
3.Um nei, hevur Atlantsflog nakrar ætlanir um at lata uppsøgdu starvsfólkini fáa møguleika at endurnýggja skeið, skjølog annað neyðugt fyri starvið?
4.Nú flogferðalan væntandi tekur seg upp aftur, er ætlanin so at seta nøkur av størvunum aftur?

Sirið Stenberg
Tjóðveldi