Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Støðan á Barnaheiminum

2020-02-12 12:01

Støðan á Barnaheiminum

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um støðuna á Barnaheiminum

1 Hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna á Barnaheiminum, so trivnaðurin hjá starvsfólkunum verður betri ?

2 Hvørjar avleiðingar kann støðan við skiftandi starvsfólkum og vánaligum trivnaði hava á børnini, sum eru á Baraheiminum ?

3 Hvussu nógv starvsfólk hava sagt seg úr starvi seinasta árið ?

4 Metir landsstýriskvinnan, at støðan á Barnaheiminum er nøktandi fyri starvsfólkini og børnini ?

Viðmerkingar;

Vit hava frætt í miðlunum, at trivnaðurin hjá starvsfólkunum á Barnaheiminum er vánaligur, og at stórt skifti er í starvsfólkahópinum. Ónøktandi starvsfólkaviðurskifti kunnu uttan iva hava negativa ávirkan á børnini, sum eru á Barnaheiminum. Somuleiðis er tað ótrygt fyri børnini við nógvum skiftandi starvsfólkum.

Børnini, sum eru á Barnaheiminum, eru í serliga viðbreknari støðu. Tey eru har av ymiskum orsøkum. Tað ikki at búgva heima er ein avbjóðing í sjálvum sær. Og um umstøðurnar ikki eru tryggar, støðugar og umsorganarliga nøktandi, so er trupult at bjóða børnunum tað, teimum tørva. Serliga er tørvur á góðum fakligum førleikum og støðugum umsorganarpersónum, sum barnið kann hava álit á.

Soleiðis sum støðan er lýst alment, eru børnini ótrygg. Umframt at man fær fatan av, at Barnaheimið sum stovnur tykist vera í kreppustøðu.

Barnaumboðsmaðurin er sum skilst í málinum.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi