Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Stjórnarskipanin er hvørki fyri sambands- ella javnaðarfólk

Ríkisfelagsskapur - 

Føroyar hava mesta frælsið, ið hugsast kann, men sonevnda “stjórnarskipanin” er amboðið til at skerja møguleikar og persónliga frælsið hjá tær og mær

Higartil hevur arbeiðið við sonevndu “stjórnarskipanini” borið brá av demokratiskum undirskotið. Orsøkin er, at 14. september-samgongan hevur valt bert at hava hana inni í politisku skipanini.

Fólkið er í stóran mun hildið uttanfyri. Borgarin er ikki komin til orðanna og hevur ikki havt høvi til at viðgera stjórnarskipanina á nevniverdan hátt.

Soleiðis hevur landsstýrið á ódemokratiskan hátt bølt oman yvir stjórnarskipanini. Kortini billar samgongan føroyingum inn, at alt skal spretta úr fólkinum í Føroyum. Tað hendir ikki.

Tí er tað sera positivt, at Føroya Væl – veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi – tók stig til at fáa eitt orðaskifti í lag um málið herfyri. Tað fór fram í Finsen, gamla kommunuskúlanum í Tórshavn.

Soleiðis kom sonevnda “stjórnarskipanin” loksins úr tí dulda, og orð vórðu sett á hana.

Frælsasta fólk í heiminum

Í mínum hugaheimi snýr tað mesta seg um, at føroyingar skulu hava bestu møguleikar nú og í framtíðini.

Spurningurin er, um vit vilja hava somu møguleikar sum í dag og økja teir frameftir?

Ella skulu vit lata upp í hendurnar á øðrum at skerja okkara møguleikar?

Júst hetta, at møguleikar verða skerdir, er stóri vandin við sonevndu “stjórnarskipanini”, hóast vit í Føroyum hava fólkið, tilfeingið og vitan.

Eingin ivi er um, at Føroyar í dag hava mesta frælsið, ið hugsast kann. Við teimum mongu møguleikunum, ið føroyingar hava, munnu vit teljast millum heimsins frælsasta fólk.

Føroyingar eru í teirri fantastisku støðu, at veljast kann millum tað allar besta í tveimum – og enntá trimum londum. Tað stendur okkum púra frítt at velja, hvat ið vit vilja, og vit hava í dag full rættindi og á jøvnum føti gjøgnum Ríkisfelagsskapin.

Fullar hyllar til øll

Sambandsflokkurin, ið er einasti sambandsflokkur í Føroyum, hevur fullar hyllar av møguleikum til øll. Ikki minst tá ið talan er um at arbeiða úti í heimi, og tá ið vit tosa um útbúgvingarmøguleikar.

Hetta at kunna útbúgva seg, hvar man vil, og at kunna virka í øllum Europa, hevur stóran týdning. Føroyingar eru heimsborgarar, og hvør einstakur hevur í Ríkisfelagsskapinum møguleika at røkka sínum dreymum, ambitiónum og at taka sítt persónliga frælsi har, sum man nú einaferð sjálv ella sjálvur hevur hug til.

Sjálvt fullveldisfólk gera brúk av hesum góðu møguleikum, og tað er teimum væl unt, hóast tey ikki vilja vita av felagsskapinum, sum øll njóta gott av.

Ríkisfelagsskapurin strekkir seg frá Norðurtýsklandið og heilt til Norðpólin. Um vit taka ES-borgaraskapin við – tí hann hava vit sum statsborgarar, sjálvt um Føroyar ikki eru við í ES – ja, so gevur hetta møguleikar og fullkomið frælsi heilt suður til Miðalhavið.

Tann sonevnda “stjórnarskipanin” er tíverri í roynd og veru amboðið til at taka Føroyar úr Ríkinum. Tá verður persónliga frælsið hjá tær og mær og ríkir møguleikar skornir heilt inn á bein.

Spælir tú tær t.d. av við reyða passið, so er ikki longur møguligt at arbeiða frítt í øllum ES-londum. Tað fer at amputera okkara virkismøguleikar.

Og hóast summi pástanda, at norðurlendskir útbúgvingarsáttmálar fara at standa við í allar ævir, so er longu nú stórt trýst á útbúgvingar í Norðurlondum. Verða sáttmálarnir broyttir ella tiknir av – og tað er ein reellur vandi – so hanga útbúgvingarmøguleikar hjá føroyingum í tunnum tráði.

“Evsta lóg”

Hóast Javnaðarflokkurin nú er farin at leggja avstand til felags Grundlógina í Ríkinum, so vita allir føroyingar, at tað júst er Grundlógin, ið útvegar okkum øllum grundleggjandi og dýrabar ríkisborgararættindi. Grundlógin verjir eisini fólkið móti politikarum, sum vilja bróta niður og enntá gera seg inn á demokratiið.

Frá fyrsta degi hevur Sambandsflokkurin ført fram, at sonevnda “stjórnarskipanin” leggur upp til eina konfrontatión – ein politiskan samanbrest – í Ríkinum.

Hetta er nú prógvað.

Á fundinum í Finsen førdi formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, fram, at sonevnda “stjórnarskipanin” skal standa oman fyri allar aðrar lógir í Føroyum. Tey nevna hana “evsta lóg”.

Harvið er greitt, at samanbresturin í Ríkinum verður veruleiki, og at Tjóðveldi ætlar at festa í eina ovurstóra konfrontatión, ið skal enda við loysing.

Er hetta gott fyri Føroyar og føroyingar? Fremur tað samanhald? Styrkir hetta okkum sum land og tjóð?

Svarið er eitt avgjørt nei.

Ætlan Tjóðveldis fer at spjaða føroyingar heldur enn at savna okkum, so sum formaðurin í Javnaðarflokkinum annars legði upp til í nýggjársrøðuni.

At Javnaðarflokkurin stendur modell til “evstu lóg” gongur beint ímóti stevnuni hjá tí flokkinum. At Sjúrður Skaale á fundinum í Finsen mælir til at taka undir við sonevndu “stjórnarskipanini” og stillar seg undir liðina á Tjóðveldinum, sigur rættiliga nógv.

Ein verulig fólkaatkvøða

Sum flestum kunnugt hevur uppskotið til “stjórnarskipan” sín uppruna í fullveldissamgonguni um aldarskiftið. Hóast ávísar broytingar eru tiknar við, hevur uppskotið enn sama endamál: at taka Føroyar úr ríkinum.

Í Løgtinginum pseudo-viðgera vit eitt uppskot, sum hvørki er fuglur ella fiskur. Fá vita, og fá vilja siga, hvat “stjórnaruppskotið” í veruleikunum gongur út uppá.

Sannleikin er, at Føroyar hava eina góða stýrisskipan. Tað er hana, man eigur at broyta, um tørvur er á tí.

Flestu vita, at endamálið við sonevndu “stjórnarskipanini” er at taka Føroyar úr Ríkinum. Tá er heldur at taka eina veruliga fólkaatkvøðu, har ið føroyingar taka avgerð um at vera verðandi í Ríkinum, ella at taka seg úr Ríkinum.

Ein slík fólkaatkvøða er nógv erligari enn at leggja ein tekst fyri fólkið, sum er óforstáiligur fyri tey flestu, og sum í veruleikanum er nakað annað, enn hann verður gjørdur til.

Øll skulu vita, at sonevnda “stjórnarskipanin” er fyrsta stigið til at taka Føroyar úr Ríkinum.

Skeiv tulking

Minnast tit, hvussu formaðurin í Javnaðarflokkurin tulkaði hoyringssvarið frá forsætisráðharranum?

Í stuttum endurgav hann forsætisráðharran fyri at siga, at alt er í fínasta lagi við sonevndu “stjórnarskipanini”.

Tað er ein tilgjørdur sannleiki við stórum modifikatiónum.

Rætta tulkingin er í stuttum, at sonevnda “stjórnarskipanin” skal virða Grundlógina sum hægstu rættarkeldu í Ríkinum. Men bæði í Løgtinginum og á fundinum í Finsen sigur Tjóveldið, at sonevnda “stjórnarskipanin” er “evsta lóg” og harvið hægsta rættarkelda.

Hetta er tulkingin hjá Tjóveldið, og at leggja eitt konfliktmál út til fólkaatkvøðu, har samgongan setur fólk upp ímóti hvørjum øðrum, og ikki sigur sum er – tað er at føra føroyingar bak ljósið, og at halda fólk fyri gjøldur.

Tjóðveldis-DNA

Tað liggur í DNAnum hjá Tjóveldið – líka síðan stovnan í 1948 – at renna eftir loysingini. Á sín hátt er tað ein erlig sak, tí tjóðveldisfólk eru tjóðveldisfólk.

Øll skulu tó vera greið yvir, at tað allar fyrsta, Tjóveldið fer at gera, um sonevnda “stjórnarskipanin” verður samtykt, tað er at renna eftir fullveldinum.

Hetta sigur seg sjálvt.

Men er hetta tað, ið Føroyingar vilja? Tað meini eg ikki, at tað er!

Føroyingar brúka sína sunnu fornuft og vilja sjálvandi ikki skerja møguleikar hjá sær sjálvum ella børnum sínum. Heldur ikki vilja føroyingar verða avbyrgdir í Norðuratlantshavi.

Hetta, at Javnaðarflokkurin hevur latið seg í føraratroyggjuna í hesum málið, munnu nógv undrast á.

Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum tosar aftur og aftur um, at danskir myndugleikar hava eina sonevnda “jarnbetongjura”.

Men hvat ger Javnaðarflokkurin í dag?

Hann letur Føroyar í eina spennitroyggju og leiðir føroyingar út hagar, sum loysingin skal sníkjast ígjøgnum við einari “stjórnarskipan”, ið hvørki er fuglur ella fiskur.

Í stríð við Grundlógina

Týðandi er at staðfesta, at sonevnda “stjórnarskipanin” stríðir beinleiðis móti Grundlógini.

Her eru trý dømi:

Í sonevnda preamblinum ella formælinum til “stjórnarskipanina” stendur t.d. at “eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykki”. Í Ríkisfelagsskapinum reka vit Ríkið í felag, og Løgtingið hevur ikki lóggávuvaldið einsamalt.

Har stendur eisini ymiskt um persónligt frælsi í greinunum 9, 10, 11, 14, 15, 16, 17 og 18. Hesar greinar fáa ikki gildi, tí tað galda aðrar reglur um frælsisrættindi í galdandi Grundlóg.

Og í grein 55 stendur eisini, at “Landsstýrið varðar av uttanríkismálum og uttanríkistænastu mótvegis útlondum”. Uttanríkismál kunnu í verandi ríkisrættarligu støðu ikki yvirtakast, og tí stríðir hetta alt ímóti Grundlógini.

Men tað leggja Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn einki í, tí endamálið er jú at loysa Føroyar úr Ríkinum.

Úrslitið verður helst, at sonevnda “stjórnarskipanin” ongan rættarvirknað fær, og tað fer at spjaða fólkið í Føroyum.

Hóast samgongan pástendur nakað annað, so kunnu vit missa sjálvsavgerðarrættin, um føroyingar vraka stjórnarskipanina – og tað er realistiskt at siga, at við hesi stjórnarskipanini standa okkara ríkisborgararættindi upp á spæl.

Hvørki fyri sambands- ella javnaðarfólk

Stjórnarskipanin er hvørki fyri sambandsfólk ella javnaðarfólk, ið sjálvandi vilja hava allar teir góðu møguleikarnar, ið Ríkisfelagsskapurin ber í sær. Sjálvur trúgvi eg ikki, at røtt javnaðarfólk fara at taka undir við ætlan Tjóðveldis um “evstu lóg” og at loysa Føroyar úr Ríkinum.

Latið okkum í felag savna tjóðina heldur enn at spjaða hana.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN