Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stjórnarskipanin er ein roynd at flyta fokus

Ólavsøkan er komin og farin, og enn hevur samgongan ikki loyst fløkjuna um fiskivinnunýskipanina. Nærri er fløkjan vorðin størri og óhugaligari so hvørt sum tíðin til 1.januarstyttist. Nú bíða so allar Føroyar eftir at hoyra, hvussu landsstýrið ætlar sær at greiða fløkjuna, men har er man nú farin at varpa ljós á stjórnarskipanina.

Hetta kann illa tulkast sum annað enn ein roynd at flyta fokus frá størsta politiska vavgreytinum í nýggjari tíð: fiskivinnunýskipanini. Okkara høvuðsvinna liggur í andaleypi av berari óvissu um spælireglurnar í framtíðini, tí málið um fiskivinnunýskipanina ikki er avgreitt enn. Í nærum tvey ár hevur leitað eftir eini semju, sum framvegis ikki er at hóma. Men í staðin fyri nú at koma við eini ítøkiligari ætlan fyri, hvussu fløkjan skal greiðast, so verður farið víðari til næsta stórmál: stjórnarskipanina.

Man samgongan veruliga vænta at megna at avgreiða stór mál um fiskivinnunýskipan, stjórnarskipan og pensjónsnýskipan? Ella roynir man í veruleikanum at flyta fokus frá fiskivinnunýskipanini, sum handfaringin av higartil hevur verið óverulig og óvirðilig?

Politiska kjakið seinastu árini og framhaldandi ósemjan um fiskivinnunýskipanina, hevur longu verið so drúgv og stríðshugað, at løgtingið og fólkið er farið í tvíningar. Ein komandi stjórnarskipan skal leggja lunnar undir tað sjálvstýrið, vit sjálvsagt stremba eftir. Tí er alneyðugt, at vit sum politisk skipan og tjóð kunnu savna okkum um hana, og skal tað bera til, má arbeiðslagið í politiska landslagnum koma burturúr tí stríðhugaða andanum, sum í løtuni valdar.

Jógvan Skorheim

Sjálvstýri