Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður

Stjórnarskipanin - áheitan á løgmann

Eg rokni við, at nógvir føroyingar eru ørkymlaðir av øllum teimum sera ymisku signalunum, sum koma frá politiskari og aðrari síðu í sambandi við uppskot til stjórnarskipan, sum løgmaður hevur lagt fyri løgtingið og ætlar at fáa út til fólkaatkvøðu næsta ár.

Løgtingsskrivstovan er komin við óvanliga kraftigum og álvarsligum viðmerkingum í sambandi við málið. Sagt verður m.a.: “Umsitingin heldur ikki, at uppskotið í verandi líki er búgvið at leggja fyri tingið, serliga tá talan er um eina komandi stjórnarskipan, sum eftir ætlan skal vera karmur um rættarsamfelagið Føroyar í komandi tíðum.”

Hetta er sera álvarsamt!

Sjálvur haldi eg eisini, at málið als ikki er klárt at leggja fyri tingið, hvørki innihaldsliga ella á annan hátt.

Og eg má siga – við teimum royndum, sum eg havi í politikki og ikki minst í sambandi við hetta málið – at tað er ógvuliga naivt at koma í tingið við tí nú og seta eina grein-25 nevnd at viðgera málið og halda, at tað kemur úr aftur nevndini, klárt at senda til fólkaatkvøðu.

Um løgmaður vil málinum væl og veruliga ætlar at fáa eina nýggja stýris- ella stjórnarskipan fyri Føroyar – so fari eg vinarliga at heita á hann um at taka málið aftur og heldur seta eina nevnd uttan fyri Løgtingið við umboðum úr teimum politisku flokkunum saman við øðrum góðum fólki at viðgera málið av nýggjum.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður