Sterkari fíggjarstýring: Grát við okkum!

2012-11-02 17:33

Tað harmar stórliga, at so nógvur peningur verður tikin frá vanligum familjum í skatti í okkara kæra  høvuðsstaði. Tórshavnar Kommuna skattar eina mánaðarløn á 25 t.kr. heili 20% harðari, enn landið ger.

Hetta máar støðið undan livikorunum hjá familjunum og minkar privata búskapin og vælferðina.

Tað er eingin loyna, at borgarin sjálvur dugir betur at nýta sín pening skynsamt og í samsvari við egin ynski, enn býráðið megnar.

Tórshavnar Kommuna má blíva bíligari fyri hvønn íbúgva.

Nær koma fyrimunirnir av stórrakstri í landsins størstu kommunu?

Útreiðsluvøksturin hevur verið alt ov stórur (áleið 8% árliga í meðal) við sitandi vinstravendu samgongu. Tað er 3-4 ferð so nógv sum fólk flest hava fingið í lønarhækkan.

Tíðin er komin til, at vit venda aftur til vanligan útreiðsluvøkstur, sum samsvarar við inflatión og møguligan fólkavøkstur.

Í vikuni eru vit á lista A løgd undir at “gráta” um fíggjarstøðuna hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Tað er púra rætt, at vit gráta!

Vit harmast, tá ov nógv verður tikið frá fólki í skatti.

Vit syrgja, tá tikni peningurin ikki verður umsitin við skili og sparsemi, soleiðis at sum mest fæst fyri hvørja krónu.

Tá kommunan harafturat setir seg í skuld, so renna sjálvsagt nøkur tár.

 

Vel ein væl útbúnan grannskoðara í býráðið

Tíðin er komin at velja fólk í býráðið við høgari fíggjarligari útbúgving og drúgvum royndum.

Tí stilli eg upp til býráðsvalið við masterútbúgving í grannskoðan og fíggjarstýring, umframt 12 ára royndum frá almennari og privatari grannskoðan og roknskaparhaldi.

Tað hevði glett meg, um eg kundi nýtt mínar førleikar í býráðnum, soleiðis at allir havnarborgarar kundu fingið meir burtur úr teim krónunum, sum vit rinda til kommununa.

Eisini hevði tað glett meg, um úrslitið bleiv, at skatturin hjá teim lágløntu kundi lækka, og at barnakekkurin kundi verðið rindaður út til barnafamiljurnar.

 

Vinarliga             

Jógvan Poulsen, valevni á lista A