Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Steðgið oljuleiting í Grønlandi

2014-01-05 17:50

Fiskivinnu- og smásamfeløgini kring póløkið, og í so máta alt Norðuratlantshav, hava fingið ein stóran trupulleika og hóttan móti møguleikum at búleikast í økinum í framtíðini, við tí tilsøgn Siumut-Atassut stjórnin hjá Aleqa Hammond hevur givið BP, Dong Energy, ENI og grønlendska felagnum Nunaoil at bora eftir olju og gassi á djúpum vatni í norður-eystur Grønlandi.
Tað var just BP við boriplatforminum Deepwater Horizon sum hevði ábyrgdina fyri ovurstóru oljudálkingini í Mexikanska flógvanum í 2009, og átti hetta at fingið grønlendska stjórnarleiðaran at hugsa seg eitt sindur um. Men her sær ikki út til at verða nøkur vón, soleiðis sum Aleqa Hammond førir seg fram við m.a. eisini at skula grava eftir uran í Kvanefjeldet.
BP royndi annars í 2010 at fáa loyvi at bora í Baffin víkini, men var óynskt av táverandi grønlendsku leiðsluni við Kuupik Kleist á odda.
Okkara politiska leiðsla, við Fólkaflokkinum á odda, og væl stuðlaður av sambandsleiðaranum Kaj L.H.Johannesen í løgmansstólinum, stuðlar fult undir at bora eftir olju á djúpum vatni í sera viðbreknu náttúruni í arktiska økinum. Hetta teimum so líkt, tí her er tað bara eitt, sum hevur tídning - hvat oljufeløgini, partaeigarar og teir sjálvir kunnu skava inn undir seg og sín vinarskara.
Um Deepwater Horizon vannlukkan hendi í norður-eystur Grønlandi, vildi tað skatt lívfrøðina og alt livandi í hesum ovurviðbrekna umhvørvi - við óbótaligum avleiðingum fyri øll strandasamfeløg í Norðuratlantshavinum. Og ikki bara í nøkur fá ár, nei langt inn í framtíðina. Oljudálking vil leggja seg undir ísin og so at siga verða ógjørlig at reinska burtur. Ovurstóri tídningurin í djóra- og plantuplankton undir ísinum - fortreytin fyri øllum livandi í økinum - órógvar hvørki Aleqa Hammond ella Kaj L.H. Johannesen, men tað er jú ikki annað enn roknast kann við.
Alt norður-eystur Grønland er lagt út sum tjóðargarður sambart kunngerð frá grønlendska heimastýrinum nr. 7. frá 17.juni 1992, og við broytingum frá 5.oktober 1999. Tjóðargarðurin lúkur ikki ásettu treytir sambart reglunum hja IUCN, m.a. grundað ráðevnisgrevstur í økinum, men er tó friðað sambart altjóða ásetingum hjá UNESCO um vernd av tídningarmiklari lívfrøði.

Vit kunnu, sum nevnt, ikki rokna við at okkara politiska leiðsla lyftir lítlafingur fyri at gera vart við hetta álvarsmál, heldur herjar hon á fyri at sleppa at luttaka í oljuboringini, og sær annars út til at stuðla fult undir Aleqa Hammond - eisini í grevstrinum eftir deyðans ráðevnið: Uran.

Gongdin er ræðandi fyri børnini hjá okkara børnum, og eftirkomarar langt inn í framtíðina. Skulu vit geva teimum eina vón um eina haldbara og góða framtíð í reinum og óspiltum umhvørvið, og umstøður at fáa til høldar tað føði teimum vil tørva, so skulu og mugu vit sum skjótast sleppa okkum av við verandi politisku leiðslu landsins, og fáa onnur væl meinandi og visoner fólk at taka yvir. Tíðin er við at ganga undan, og her skal handlast NÚ í 2014.