Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Stavsbandið í Føroyum

Nú haldi eg at tað er uppá tíðina, at okkara politikarar vakna úr dvala. 

- Í 1788 bleiv ”stavnsbandið” bannað í tí danska kongaríkinum, men nú eru peningastovnarnir spakuliga begyntir at innføra tað aftur.

- Teir hava sett sær fyri, at tað eru teir sum skulu avgera hvar í Føroyum, føroyingar skulu búgva. - Vit hoyra ferð eftir ferð, at tað ongantíð hevur gingið so gott í Føroyum sum akkurát nú. Tó hava fólk enn sera trupult at fáa fígging til at keypa sethús ”úti á bygd”. 

Eitt dømi er at ein familja ikki fekk lán uppá 1,0 mill. kr. til at keypa eini hús á bygd (40 min. úr Tórshavn), men sama familja fekk bjóða lán uppá 2-3 mill. kr. um tey keyptu hús í Tórshavn. (Fleiri
líknandi dømir eru runt alt landið). 

– Einasta loysn uppá hetta er at okkara politikarar skulu skipað soleiðis fyri, at ”Bústaðir” eisini begynnir at veita lán til vanligt húsakeyp “úti á bygd” og ikki bert orkulán. - So kunnu peningastovnarnir ”eiga” Tórshavn og hinar útvaldu bygdirnar. (Tað hevði kanska eisini sprongt “bústaðar-bobluna” í Havn, til frama fyri vanlig havnarfólk).

Torri Thomsen